Hanus fekk eitt klemm frá Sormani

Hanus Sørensen er keddur av støðuni, men tordi ikki at seta seg upp í móti NK Calje

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Eitt av meira umtalaðu skiftunum við einum føroyskum spælara er veruleiki. 23 ára gamli havnarmaðurin, Hanus Sørensen, skiftir til slovenska meistaraliðið NK Celje.

 

Skiftið bleiv eisini umstrítt, tí Hanus Sørensen endaði uttanfyri í HB, tí sáttmálastøðan gjørdi, at hann ikki var við í steypafinaluni, sum HB vann eftir brotssparkskapping móti B36.Adolfo Sormani sendi Hanus Sørensen niður í 1. deild at venja, tí hann ikki kundi spælara í finaluni.

 

- Eg visti væl, at tað fór at koma órógv í, tá HB fann útav at eg ikki fór at kunna spæla steypafinaluna. Eg hevði bara ikki væntað, at tað bleiv so ógvusligt. Eg hevði góðtikið, at eg slapp at venja við, men ikki spældi nakran minutt á besta liðnum, sigur Hanus Sørensen, ið hevði bestan hugin at renna undan venjaranum.

 

- Tey í HB hava helst kent seg svikin av mær, so tá eg fór oman í HB-húsið at siga farvæl við spælararnar gekk eg eitt sindur rundan um Adolfo Sormani, tí eg visit ikki hvussu illur hann var við meg, tí hann var óður seinast eg var har, fortelur Hanus við einum lítlum brosi og leggur afturat:

 

- Hann var glaður mína vegna og gav mær eitt klemm og segði góða eydnu. Eg fekk hóast alt ein góðan enda upp á tíðina í HB og tað eri eg glaður fyri, tí tað var tungt eina løtu, men hetta var ongantíð illa meint frá nøkrum.

 

Sáttmálastøðan var at sáttmálin gekk út 31. oktobur, meðan steypafinalan var 2. novembur. Sum skilst gjørdi HB eina roynd, at fáa Nk Celje at lova Hanusi at spæla finaluna, men svarið var noktandi.

 

- Eg tordi ikki seta meg upp í móti NK Calje og krevja at sleppa at spæla steypafinaluna, um teir so ikki vildu hava meg eftirfylgjandi, sigur Hanus Sørensen at enda.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)