Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bæði tey stóru ísfiskalínuskipini liggja í løtuni.
Men, nøkur frystilínuskip eru til fiskiskap.
- Tvey fiska undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi.
Sagt verður, at línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.
Lagt verður aftrat, at restin av línuskipunum liggja.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður harður, og veðrið verður nakað skiftandi.
- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.