Harris hevur viðurkent ósigur í uppringing til Trump, skriva fleiri miðlar. (Savnsmynd). - Mynd: Alex Brandon/Ritzau Scanpix

Harris ynskir Trump tillukku við valsigrinum í telefonsamrøðu

Bæði Joe Biden og Kamala Harris tosaðu í telefon við Donald Trump í dag, eftir at hann vann valið.

Harris hevur viðurkent ósigur í uppringing til Trump, skriva fleiri miðlar. (Savnsmynd). - Mynd: Alex Brandon/Ritzau Scanpix

Demokraturin Kamala Harris hevur ringt til Donald Trump fyri at ynskja honum tillukku við sigrinum á amerikanska forsetavalinum.

Tað vita fleiri miðlar í dag, og vísa á dulnevndar keldur, meðan ein persónur úr starvsfólkahópinum hjá Trump váttar tað fyri tíðindastovuni AFP.

Ein kelda í starvsfólkahópinum hjá Harris sigur við tíðindastovuna AP, at demokraturin tosaði við Trump um týdningin av eini friðarligari valdsflyting.

Keldan hevur biðið um at vera dulnevnd fyri at kunna gera viðmerkingar.

Ein persónur úr starvsfólkahópinum hjá Trump sigur sambært AFP, at Trump og Harris hava tosað um tørvin á at savna tjóðina eftir valstríðið.

- Trump viðurkendi varaforsetan Kamala Harris fyri styrki hennara, fakligheit og áhaldni undir valstríðnum og báðir leiðararnir eru samdir um týdningin av at savna landið saman, sigur talsmaðurin Steven Cheung úr starvsfólkahópinum hjá Trump.

Samrøðan var, áðrenn Harris alment viðurkendi ósigurin.

Ætlanin er, at hon skal halda røðu á Howard universitetinum í Washington D.C. klokkan klokkan 21 okkara tíð.

Tað svarar til klokkan 16 á eysturstrondini. Tað hava Hvítu Húsini váttað sambært tíðindastovuni Reuters.

Stutt fyri middag varð Trump longu kunnugørdur sum vinnari av valinum av tíðindastovuni AP.

Fleiri starvsfólk hjá Harris siga við Reuters, at í uppringinum legði Harris eisini dent á týdningin av at vera "forseti fyri allar amerikanarar."

Sitandi forsetin, Joe Biden, ringdi eisini til Trump í dag fyri at ynskja honum tillukku við valinum.

Harumframt hevur hann boðið komandi forsetanum á fund í Hvítu Húsunum. Tað siga Hvítu Húsini í fráboðan sambært Reuters.

Biden hevur eisini bundið seg til at tryggja eina smidliga valdsflyting, stendur í fráboðanini.

Sitandi forsetin hevur eisini tosað við varaforsetan og ynskt henni tillukku við einum søguligum valstríði.

Í fráboðanini stendur eisini, at Biden fer tala til tjóðina í morgin at tosa um valúrslitið .

Tað er einki lógar- ella grundlógarkrav um, at eitt valevni skal viðganga ósigur í USA.

Men - síðani William Jennings Bryan viðurkendi ósigurin móti William McKinley umvegis telegramm í 1896 - er ein siðvenja skapt gjøgnum søguna fyri forsetavalevnið, sum hevur tapt, at viðurkenna valúrslitið sum ein liður í eini friðarligari valdsflyting.

Men í 2020 komu ákærur um svik frá Donald Trump, sum nú er afturvaldur fýra ár seinni, eftir sigurin hjá Joe Biden.

 

/Ritzau/

 

 

Harris hevur viðurkent ósigur í uppringing til Trump, skriva fleiri miðlar. (Savnsmynd). - Mynd: Alex Brandon/Ritzau Scanpix