Her sæst mumian av kvinnu, sum varð funnin í Uunartoq og sum til fyri stuttum var í USA. Hildið verður, at kvinnan livdi einaferð í 1600-talinum. Myndina eigur Peabody Museum

Milliónir til gransking av grønlendskum mumium

Grønlands Nationalmuseum fær 4,5 milliónir krónur úr Augustinus Grunninum til eina stóra granskingarverkætlan av fornfrøðiligu beinagrindunum av grønlendsku oynni, Uunartoq

Her sæst mumian av kvinnu, sum varð funnin í Uunartoq og sum til fyri stuttum var í USA. Hildið verður, at kvinnan livdi einaferð í 1600-talinum. Myndina eigur Peabody Museum

Eitt altjóða granskingarlið kann nú fyrireika seg til at fáa meira vitan um savnið av mumium, mannaleivdum og gravum á oynni Uunartoq í Suðurgrønlandi. 

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at Grønlands Nationalmuseum & Arkiv fær 4,5 milliónir úr Augustinus Grunninum til eina stóra granskingarverkætlan.

 

Verkætlanin verður rópt "Angerlartunnguit - Genfødte: Forskning, genforening og genskabelse af Thule Inuit fra Uunartoq".

 

Á grønlendska tjóðarsavninum fegnast tey sjálvsagt um játtanina, sum skapar møguleikar fyri hesum altjóða granskingarsamstarvi.

 

- Nú skulu vit finna út av, hvørji hesi fólkini vóru, og vit fara at royna at endurskapa teirra lív og levnað, sigur leiðarin á savninum, fornfrøðingurin, Christian Koch Madsen.

 

Hann vísir á, at slíkar mumiur geva ein einastandandi møguleika at læra um fortíðina, eitt nú um klæðir, mat og heilsu á búplássinum í fornari tíð.

 

##med2##

 

- At læra og fortelja um hesi menniskju er eisini ein háttur at heiðra tey, leggur hann dent á.

 

Ætlanin er, at verkætlanin, sum verður sett í gongd næsta ár, skal vara fram til 2027, og talan verður um eitt samstarv tvørtur um landamørk. 

 

Tað var fyrr í ár, at balsameraðu líkini av grønlendsku oynni Uunartoq komu heimaftur úr USA.

 

- Í fyrstu syfti komu tey til Danmarkar, tí umstøður vóru ikki at taka ímóti teimum í Nuuk, hagar tey seinnu eru komin, veit Sermitsiaq at siga.

 


 

 

Her sæst mumian av kvinnu, sum varð funnin í Uunartoq og sum til fyri stuttum var í USA. Hildið verður, at kvinnan livdi einaferð í 1600-talinum. Myndina eigur Peabody Museum