Ongantíð upp á tal at lata børnini taka yvir

Í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld er Niels Mortensen, stjóri í SMS Samtakinum, gestur í sendingini. Tað er sjálvandi í sambandi við, at tað fyri 14 døgum síðani frættist, at íslendska Hagar hevur í hyggju at keypa SMS Samtakið fyri slaka hálva milliard krónur. Væntandi verður yvirtøkan veruleiki seinni í hesum mánaðinum.

Tíðindaskriv:

 

SMS lat upp í 1977 av handilsmanninum Hans Mortensen, sum eisini stjórnaði fyritøkuni einsamallur fyrstu 20 árini. Síðani 1996 hevur sonurin Niels Mortensen stjórna rakstrarfelagnum, meðan pápin helt áfram at reka sjálvan bygningin inntil 2006. Í 2007 seldi Hans sín ognarlut í SMS til sonin Niels Mortensen, sum síðani hevur verið stjóri einsamallur og høvuðspartaeigari. 

SMS bygningurin sjálvur er í dag ogn hjá felagnum Fastogn (sum er ogn hjá Lív og Betri), men SMS Samtakið leigar og rekur bygningin. Eisini eigur og rekur SMS Samtakið Miklagarð, Mylnurnar, Miðlon, Bónus handlarnar og Angus matstovurnar. Eisini eigur SMS í Burn Fitness, Rumbul, Demmus og Omaná.

Í sendingini á Rás 1 í Televarpinum í kvøld greiðir Niels frá, hví hann hevur valt at selja SMS Samtakið júst nú. Orsøkirnar eru í høvuðsheitum handilsligar, at stórar broytingar eru hendar í vøruhandilsketum og heilsølum uttanlanda, sum framyvir koma at gera tað trupult hjá SMS at standa seg einsamalt. Tí mátti handlast í góðari tíð. 

Tá SMS er ein familjufyritøka, sum hevur verið ígjøgnum eitt ættarliðsskifti, er nærliggjandi at seta spurningin, hví Niels ikki í staðin lat triðja ættarliðið taka yvir: 

“Eg havi als ikki havt børn míni á vektini í mun til at taka yvir leiðslu og eigaraskap av SMS Samtakinum, tí tað hevur ikki verið aktuelt” svarar Niels. “Og harnæst høvdu tey allíkavæl skula tikið støðu til hesi handilsligu viðurskiftini, sum SMS má taka hond um nú.”

Niels er 58 ára gamal og heldur áfram sum stjóri í SMS næstu 3-4 árini í minsta lagi. Men í sendingini greiðir hann eisini frá sínum ætlanum um at gerast meira virkin í føroyska vinnulívinum við íløgum í góð hugskot og verkætlanir. Eisini verður komi inn á, hvussu tað kann hugsast at ávirka virksemi í SMS at gerast partur av íslendska samtakinum Hagar, sum eigur og rekur bensinstøðir, vøruhandlar og klædnahandilin Zara í Íslandi.

Búskapur & Vinna verður at síggja í Televarpinum í kvøld klokkan 19.