Fuglafjarðar kommuna hevur útbygd og nútímansgjørt køkin í eldrasambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.
Køkurin verður tikin í nýtslu seinni í mai.
Frameftir verður tað soleiðis, at størsti parturin av køksvirkseminum hjá Nánd verður savnað í køkinum í Vesturstovu.
- Úr Vesturstovu fara flestu máltíðir hjá teimum trimum eldrasambýlunum, dagtilhaldinum og fleiri heimabúgvandi borgarum at verða virkaðar.
Í Nánd fegnast tey um, at hetta fer at geva betri arbeiðsumstøður umframt møguleika fyri læruplássum í framtíðini.