Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina stendur við uppskotið um eina 30 dagar langa vápnahvíld í krígnum við Russland.
Tað veit tíðindastovan, Reuters at siga í kvøld.
- Vit taka ikki hetta uppskot aftur, sum kann geva diplomatinum ein møguleika, segði Volodymyr Zelenskyj í røðu síni í kvøld til ukrainska fólkið.
Tað hevur eisini verið upp á tal, at frá og við hósmorgni - í morgin - verður ein tríggjar dagar long vápnahvíld millum Russland og Ukraina.
Fyrr í kvøld hevur verið sagt, at Russland ikki hevði svarað, um landið gongur við til hetta.
Men, nú seinni í kvøld skriva russiskir miðlar, sum AFP endurgevur, at ein tríggjar dagar long vápnahvíld nú er galdandi millum stríðandi partarnar.
##med2##
Í endanum av apríl kunngjørdi russiski forsetin, Vladimir Putin, at ein vápnahvíld verður lýst í samband við sigursdagin hin 8. mai.
Hetta er 80 ára sigurdagurin yvir Nazi-Týsklandi undir seinna heimsbardaga.
Ukraina hevur ongantíð tikið undir við vápnahvíldini á hesum degi, síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga trimum árum síðan. Ístaðin hevur Ukraina tikið undir við einari 30 dagar langari vápnahvíld.
Nú er so líkt til, at ein vápnahvíld fyribils verður millum stríðandi partarnar í tríggjar dagar.