Havnararbeiðarar í havnini í Pireus í grikska høvuðsstaðnum, Athen, blokkera framman fyri eini bingju, sum skal til Ísraels.
Sambært havnararbeiðarafelagnum eru 21 tons av lóðuri í bingjuni.
Talan er um eitt mótmæli móti krígnum í Gaza.
- Tíðin er komin, tá vit mugu rópa tað hart, at havnin í Pireus ikki má vera lopfjl til kríggj. Vit stríðast fyri friði, ikki luttøku Grikkalands í krígnum, skrivar fakfelagið á Facebook.
Bingjan kom til Pireus við lastbili úr Norðurmakedónia hósdagin, siga keldur í fakfelagnum.
Hon skal lastast á eitt skip, sum siglir undir flaggi hjá Marshalloyggjunum. Skipið skal til Ísraels.
Lastbilurin við bigjuni er framvegis hjá havnamyndugleikunum.
Handtøkuboð er givin upp á ein fakfelagsleiðara, sigur embætismaður hjá sjóverjuni.
Ein onnur kelda sigur, at bingjan hevur góðkend transittskjøl.
Undan stongslinum hevði fakfelagið hjá havnararbeiðsfólkunum heitt á arbeiðsfólkini um at mótmæla og forða bingjuni við vápnum og lóðuri, soleiðis at hon ikki kann brúkast í krígnum í Gazageiranum.
Felagið hevur lagt myndir út á sosialar miðlar úr Havnini.
Her sært tú aktivistar, og á einum lastbili sproytumálað: "Drápsmenn, komið út úr Havnini".
Grikkaland hevur stuðlað rættinum hjá Ísrael at verja seg undir áhaldandi stríðnum við hernaðarliga bólkin Hamas í Gazageiranum.
Men stjórnin í Athen hevur eisini kravt vápnahvíld beinanvegin fyri at enda tað, sum stjórnin sigur vera "ein óhugsandi menniskjalig vanlukka".
Kríggið í Gaza byrjaði 7. oktober 2023, tá Hamas herjaði á Ísrael úr Gaza, og 1.200 fólk doyðu.
250 onnur vórðu flutt til Gaza.
Hetta fekk Ísrael at leypa á Gaza fyri at knúsa Hamas. Stríðið heldur fram enn.
Stórir partar av Gaza eru oyðilagdir, og yvir 42.000 fólk í Gaza eru dripin, upplýsa myndugleikarnir, sum Hamas ræður yvir.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv av teimum dripnu eru vápnað Hamas-fólk.
Ritzau/Reuters