Hvat ætlar Tórshavnar kommuna við Hoyvíkar skúla?

Nú val er í nánd, vilja vit, vegna Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla, vita, hvat politikarar fara at gera við Hoyvíkar skúla.  

10 ár eru liðin, síðani næmingar, foreldur og starvsfólk í Hoyvíkar skúla fingu boðini frá táverandi leiðslu, at NÚ fór tað at vera: Hoyvíkar skúli skuldi byggjast um.

 

10 ár seinni er skúlin enn tann sami, uttan at nøkur ítøkilig ætlan hevur verið. Fyribils ætlanir og uppskot, gaman í, men einki ítøkiligt, sum er sett í gongd. Næmingarnir, sum tá fingu lovað ein nýggjan skúla, eru farnir víðari út í lívið, og ganga ikki har meir. Og vit onnur bíða enn.

 

Hoyvíkar skúli varð tikin í nýtslu í 1977, og nú, 47 ár seinni, húsast vit í stóran mun í somu bygningum enn. Hann varð tá grundlagdur sum ein skúli við einum spori við grunddeild. Í takt við at Hoyvíkin er fleirfaldað og tørvurin á skúlaplássum øktur, er virksemið skúlans víðkað til tvey spor, og í 2009 varð framhaldsdeild løgd afturat.  

 

Longu í 2005 staðfesti ein støðulýsing av skúlanum, at stórur tørvur var á at gera ábøtur – og tí sigur tað seg sjálvt, at nú vit skriva 2024, er tørvurin nógv størri. At kommunan hevur samtykt, at møguleiki fyri forskúla skal vera í øllum skúlum í kommununi, umframt at sertilboðið, Víkin, eisini húsast har, ger, at hóast uppískoyti og barakkir, er tørvur á einum størri og meira tíðarhóskandi skúla.

 

Aðrar stórar skúlaverkætlanir hava verið framdar hesa tíðina, og óivað hava hesar eisini verið neyðugar, men við tí úrsliti, at Hoyvíkar skúli aftur og aftur hevur verið skumpaður aftur um í køini.

 

Nú vilja vit síggja broytingar. Onkrar projekteringar og ætlanir eru gjørdar, m.a. hava vit sæð tekningar til kirkjutorg, sum bindur vestara enda á skúlanum við kirkjuna, og leiðslan boðar frá, at vitjan hevur verið frá kommununi við umbygging í huga. Hetta er at fegnast um. Okkara staðiliga áheitan er tí: gloymið ikki Hoyvíkar skúla eftir valið. 

 

Har eru fleiri atlit at taka: Eitt er, at serliga elsti parturin er ótíðarhóskandi, slitin og enntá ótættur. Aðrir viðkomandi faktorar eru støðugt vaksandi barnatalið í Hoyvík, eini størri tilgongd til skúlan og víðkaða upptøkuøkið. Skúlin manglar einfalt pláss! Heilt ítøkiliga fer skúlin longu í komandi skúlaári at hava eina skúlastovu ov lítið, hetta hóast fakstovur eru tiknar upp í sum vanlig undirvísingarhøli.

 

Skúlin manglar nútíðarfunktiónir, so sum eina ordiliga aulu, har pláss er fyri øllum næmingunum at savnast, fleiri stovur til Víkina og pláss fyri fakstovum, sum hýsa náttúruvísindaligu og kreativu fakunum. Og nú matarskipan fyri fólkaskúlan aftur verður umrødd: ein væl útgjørdan køk til endamálið og kanska eisini ein matarsal, har børnini kunnu sita og eta. Umframt hetta treingir skúlagarðurin til eina ordiliga dagføring.

 

Hoyvík veksur við slíkari ferð nú, at spátt verður, at hon skjótt fer at yvirhála Klaksvíkina við íbúgvaratali. Og her legst veruliga afturat við íbúðarbygging og nýggjum býlingum, so tørvurin á skúlaplássum fer at ikki minka komandi árini. So hetta er einki at bíða við.

 

Samstundis sum vit fegnast um, at kikarin nú er vendur móti Hoyvíkar skúla, og at har tykjast vera fólk, sum veruliga vilja finna loysnir, óttast vit eisini, at ein komandi býráðssamgonga kann koma til at troka málið afturum aftur til frama fyri onnur gylt vallyfti.

 

Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum, sum stilla upp til býráðsval at geva børnum og starvsfólkum í Hoyvíkar skúla tær umstøður, tey hava uppiborið og sum tey hava bíðað alt ov leingi eftir.

 

Foreldraumboðini í Skúlastýrinum í Hoyvíkar Skúla,

 

Jógvan Páll Fjallsbak, Laila Ísheim Hentze og Rannvá Mortansdóttir