Úti í Stiðjagøtu 6 í Havn hevur Fjarhitafelagið sínar skrivstovur, og tað er haðani, at virksemið hjá felagnum, sum Tórshavnar kommuna og SEV eiga í felag, verður rikið. Stjóri í felagnum er Hans Christian Dam, og hann hevur havt hetta álitisstarv í skjótt 14 ár. Aftrat honum eru skrivstovufólk, maskinmeistari og handverkari.
Umframt í sínum útgangsstøði at byggja á orku frá Brennistøðini og Sundsverkinum, hugsa tey í Fjarhitafelagnum eisini longur enn til verandi gagnnýttar orkukeldur, og sum tíðin gongur, verður eisini miðjað eftir bæði at fáa vindorku og sjóvarhita inn á fjarhitanetið komandi árini.
- Vit fegnast um, at talið av brúkarum støðugt hevur verið veksandi seinnu árini. Fyri 10 árum síðan vóru stívliga 700 brúkarar í skipanini, men í dag er talið 1100. Hetta merkir, at tað í dag eru 1100 sethús og bygningar í høvuðsstaðnum, sum ikki brúka olju og ei heldur hava skorstein, sigur stjórin, Hans Christian Dam.
Tað var í fyrsta lagi Brennistøðin á Hjalla, sum var grundarlagið undir fjarhitaskipanini, og um ársskiftið 2008/ 2009 kom eisini Sundsverkið uppí. Tá vóru íbindingarnar vorðnar so nógvar á økinum á Sandvíkarhjalla, Skarðshjalla, Inni á Gøtu, Ovarugøtu og í Hoyvíkshaganum annars.
Stjórin vísir á, at hitaorkan frá Brennistøðini á Hjalla og Sundsverkinum hevur ligið um 10 MW tilsamans - ella um 5 MW frá hvørjum staði, men vekslarastøðin á Sundsverkinum er fyribils tikin niður, nú nýtt el-verk verður bygt.
Teinurin av Sundi og oman í Gundadal, har høvuðsleiðingin nú er komin, er 9,5 kilometrar langur. Hvørt rør í leiðingini er 12 ella 16 metrar langt. Samlaða tvørmátið á rørunum er hálvan metur, og opið er 32,3 sentimetrar. Hetta er alt bjálvað rør, og tað er sama slag av rørum, sum føra vatnið báðar vegir - frá hitaskipanini og aftur til hitaskipanina.
Tá Gundadalur herfyri gjørdist partur av fjarhitaskipanini, vórðu nýggi bygningurin hjá Banknordik, Stórhøllin á Hálsi og FSF-bygningurin knýttir í skipanina.
Herfyri vitjaði In.fo Fjarhitafelgið, og har hittu vit stjóran, Hans Christian Dam, sum vísti okkum talvu, har alt data í skipanini kann síggjast og fylgjast á teldu ella ipadi, og soleiðis sæst eisini, hvør eitt nú hitin og trýstið á leiðingini er.
Hesa løtu, vit vitjaðu, var heita vatnið, sum fór í leiðingina á Hjalla og heim í býin, 89 stig, og tá vatnið hevði verið ígjøgnum skipanina og var á veg heim aftur - eftir eina ferð á út við 20 kilometrar - var hitin á vatninum framvegis 56,3 stig. Tað sást eisini, at 142 rúmmetrar av vatni hesa løtu fóru gjøgnum rørini um tíman, og trýstið í skipanini var 10,7 bar.
- Hetta er ein trygg skipan, sum vit soleiðis kunnu fylgja á forriti á einum ipadi ella teldu allar 24 tímarnar í samdøgninum. Kemur alarmur, verður farið at hyggja, hvat tað er, og um nakað skal gerast. Tað kann vera ein følari ella transmittari, sum ger vrøvl, og tað kann eisini vera okkurt á Brennistøðini ella aðrastaðni á skipanini.
Hans Christian Dam sigur, at um neyðugt, kann Fjarhitafelagið starta ketilin á Hjalla upp, sum fer inn á skipanina, og hesin gevur á leið somu orku sum Brennistøðin, 5 MW.
Spurdur, hvussu prísurin á orkuni hjá Fjarhitafelagnum verður roknaður, sigur stjórin, at hesin byggir á miðal oljuprísin yvir eitt ár, og soleiðis liggur prísurin ikki fastur fyri tíð og ævir. Tað eru eigararnir av Fjarhitafelagnum, SEV og Tórshavnar kommuna, sum gera av, hvør príslegan skal vera, og teljarar eru á hvørjari íbinding.
Økini, sum í dag eru við í fjarhitaskipanini, eru eitt nú Sandvíkarhjalli, Skarðshjalli, Niðaragøta, Ovaragøta, Hoyvíkshagi Suður, Eystan Gil, Lítla Gil, randarhúsini Millum Gilja, Blómubrekka og Berjarbrekka. Stóru vinnubygningarnir í Hoyvík eru við, og tað eru kirkja og samkomuhús í Hoyvík eisini.
- Nú fara vit so úr Gundadali og oman eftir Hoydalsvegnum við tí máli, sum Tórshavnar kommuna hevur stungið út í kortið, har miðbýurin kemur uppí í 2019, Frælsið í 2020, Skúlin á Fløtum í 2021 og Heimasta Horn og Argir í 2022, sigur fryntligi stjórin, Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.