HB hevur eina lítla favorittstøðu móti B36

Her eru oddsini upp á dystin B36-HB

Fimti og seinasti dysturin í sekstanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum verður grannauppgerðin millum B36 og HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HB er triðfremst í deildini við 34 stigum. B36 er nummar fimm við 24 stigum. 

 

13. apríl vann B36 3-2 á HB. Tá var talan um fyrsta sigurin hjá B36 í einum kappingardysti í seks ár. Annars hevur HB í teimum seinastu 20 innanhýsis kappingardystunum bert tapt eina ferð móti B36. 12 av teimum seinastu 20 dystunum eru endaðir við sigri til HB, og sjey av teimum eru endaðir við javnleiki.

 

HB hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 2,80 og 3,10.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,42 og 3,70.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 2,00 og 2,15.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##