BRICS-londini vóru, sum styttingin sigur, Brasilia, Rusland, India, Kina og Suðurafrika.
Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.
Toppfundurin millum londini er byrjaður í Brasilia - uttan fysiska luttøku av Vladimir Putin og Xi Jinping.
NRK veit at siga, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, kemur ikki á fundin, men hevur ístaðin sent forsætisráðharra landsins til Brasilia.
Sagt verður, at hetta er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at Xi Jinping ikki luttekur á BRICS-toppfundinum.
Kinesiska stjórin hevur einki sagt um, hví forsetin ikki luttekur hesaferð, men CNN heldur, at orsøkin kann vera búskaparligar avbjóðingar í landinum.
Sum skilst, luttekur russiski forsetin, Vladimir Putin, um netið.
Hann torir helst ikki til Brasilia, tí landið er limur í altjóða revsirættardómstólinum, ICC, sum hevur sent út handtøkuboð av russiska forsetanum.
Vladimir Putin er nevniliga eftirlýstur av ICC fyri krígsbrotsverk í Ukraina.