Síðani føroyskur fótbóltur í 1992 fekk høvi at vera við í europeisku liðkappingunum, hevur HB spælt 66 dystir. HB hevur vunnið níggju dystir, 16 ferðir er tað endað javnt, og 41 ferðir er mótstøðuliðið farið av vøllinum við sigrinum.
Tað eru bara tveir spælarar, sum hava nógvar europeiskar royndir í liðfótbólti. Annar teirra er Heðin Hansen, sum hevur spælt 25 dystir í Europa fyri Víking og HB. Hin er Bartal Wardum, sum sambært FaroeSoccer hevur spælt 17 dystir fyri HB í Europa. Triði maðurin á listanum er Dan í Soylu, sum hevur spælt 10 europeiskar dystir.
Maðurin við flest altjóða royndum á HB liðnum er liðformaðurin Viljormur Davidsen. Hann hevur spælt fýra europeiskar dystir. Altjóða royndirnar hevur hann á landsliðnum, har hann 88 ferðir hevur umboðað føðilandið.
Í kvøld er danska Brøndby mótstøðuliðið, og hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at HB í europeiskari kapping hevur danskt mótstøðulið.
Brøndby telist millum stinnastu mótstøðuliðini yvirhøvur, sum HB hevur hitt síðani 1993, tá ið HB fyri fyrstu ferð var við í europeiskari kapping.
Síðani André Olsen fyrr í ár tók við sum HB venjari, hevur liðið spælt átta dystir. HB hevur vunnið seks og spælt tveir javnar – í Gundadali ímóti KÍ og B36.
André arbeiðir miðvíst, og hann sigur, at teir hava fyrireikað seg væl til stóru uppgávuna í kvøld:
-Vit eru fyrireikaðir til hesa uppgávuna. Síðani vit fóru í summarsteðg frá landskappingini hava vit bara havt fokus á dystunum ímóti Brøndby, og vit eru uppsettir at vísa, at tað fer at bera til at røkka góðum úrsliti. Eitt gott úrslit verður tað, um tað undan dystinum í Brøndby næsta hóskvøld verður spenningur um samlaða úrslitið, sigur André Olsen.
Øll atgongumerkini eru seld og harvið verður tað fult á Tórsvølli í kvøld.