Ísraelski herurin (IDF) hevur í dag tikið seg aftur úr al-Shifa-sjúkrahúsinum eftir hertøku í tvær vikur.
Tað upplýsir heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas hevur valdið á, sambært tíðindastovuni AFP.
Ráðið sigur víðari, at tíggjutals lík eru funnin við sjúkrahúsið.
Ísraelski herurin, sum hevur lýst hertøkuna sum »málrættað tiltak« ímóti Hamas, hevur ikki váttað upplýsingarnar.
IDF hevur tvær ferðir sagt, at tey hava dripið minst 170 vápnaðar palestinar undir bardøgunum í økinum kring sjúkrahúsið.
/ritzau/