Felagið Myremar AS í Myre í Noregi letur nú byggja heimsins fyrsta skip, sum bæði ein blóðgibátur til alilaks og snurriváðbátur til fiskiskap.
Soleiðis verður hetta eitt framkomið skip við tí besta til bæði fiskiskap og alivinnu.
Seinasta hósdag varð skipið, sum hevur fingið navnið Kapp Linné, sjósett á Marine Projects í Póllandi.
- Skrokkurin verður klárur at toga til Noregs í hesi vikuni, har skipið skal gerast liðugt á Larsnes Mek. Verksted As, veit www.skipsrevyen.no at siga.
Tað var tíðliga í desember í fjør, at skrokkurin varð fluttur úr Stocznia Gdansk til Marine Projects.
Her skuldi stýrhúsið setast á skipið, umframt at ymiskt annað arbeiði skuldi gerast, áðrenn Kapp Linné verður sleipaður til Noregs.
##med2##