Heimsmeistari til Liverpool

Premier League: Liverpool hevur keypt Alexis Mac Allister frá Brighton

Liverpool hevur í dag kunngjørt keypið av argentinska heimsmeistaranum, Alexis Mac Allister. Startprísurin er um 300 milliónir krónur, men mett verður at prísurin kann veksa so hvørt sum Liverpool klárar seg væl við Alexis Mac Allister á liðnum.

 

Liverpool hevur leingi verið sett í samband við miðvallarin og tað kemur ikki óvart á, at Alexis Mac Allister komandi kappingarár skal spæla við Liverpool. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur eisini boðað frá at fleiri nýggj keyp eru á veg.

 

- Hetta er ein dreymur. Tað er fantastiskt at vera her og eg gleði meg at koma í gongd, sigur Alexis Mac Allister.

 

24 ára gamli miðvallarin skal spæla við nummar 10 á rygginum. Alexis Mac Allister hevur 112 dystir og skorað 20 mál fyri Brighton og hevur spælt 16 landsdystir fyri Argentina. Hann var fastur maður til HM-endaspælið í Katar í vestur, har Argentina vann HM.