Myndin er av frystilínuskipinum Sandshavinum, tá tað fyrstu ferð kom á Sand. Skipið er keypt úr Íslandi og var heimahoyrandi í Reykjavík, áðrenn tað skifti heimstað til Sand.

Helvtin av línuflotanum liggur

Tað hava verið ring líkindi seinastu dagarnar, og í løtuni liggur meira enn helmingurin av línuskipaflotanum.

Myndin er av frystilínuskipinum Sandshavinum, tá tað fyrstu ferð kom á Sand. Skipið er keypt úr Íslandi og var heimahoyrandi í Reykjavík, áðrenn tað skifti heimstað til Sand.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipið fær mest av hýsu og toski og kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Helst fer okkurt annað ísfiskalínuskip avstað, nú veðurforsøgnin er heldur frægari, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Umframt tað eina ísfiskalínuskipið, sum er til fiskiskap, eru eisini fýra frystilínuskip úti - tvey í føroyskum sjógvi og tvey í íslendskum.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri frystilínuskip fara at loysa teir næstu dagarnar.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi við lágætt. 

 

So, helst verður nakað av útróðri norðanfyri.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og teir hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er av frystilínuskipinum Sandshavinum, tá tað fyrstu ferð kom á Sand. Skipið er keypt úr Íslandi og var heimahoyrandi í Reykjavík, áðrenn tað skifti heimstað til Sand.