Í løtuni er einki størri ísfiskalínuskip til fiskiskap.
- Bæði skipini liggja, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Hinvegin eru tvey frystilínuskip undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og tvey fiska í Eysturgrønlandi.
- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.
Í løtuni liggja fimm frystilínuskip við bryggju.
Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin er góður, og veðrið verður eisini gott fyri tað mesta.
- Vit vænta tískil nakað av útróðrarfiski, og møguliga fer onkur bátur eisini út á Føroya Banka, verður lagt aftrat.