Frú forkvinna,
Búgvin til hernað á vígvølli standa
fylkini reystu til hildarfund.
Enn valdar kvirran: Caissu anda
mana teir fram á feigdarstund.
Hugsa væl, far hóvliga:
Aldrin kann ein gjørdur leikur broytast
Orðini eigur telvarin og rithøvundurin Valdemar Poulsen, sum í 1948 yrkti eina kvøðu til Havnar Telvingarfelag.
Ofta verður politikkur samanborin við talv. Sjálvur eigi eg bæði son og verfaðir, sum eru ídnir telvarar – og eg haldi, at samanberingin er góð.
Bæði í politikki og í talvi snýr tað seg um at gera tað, sum er best fyri títt fólk. Bæði í politikki og í talvi eru mangir leikir.
Og bæði í politikki og í talvi snýr tað seg um støðuna í løtuni – samstundis sum tú mást vera framsíggin um, hvussu tínir leikir ávirka møguleikarnar longur frammi.
Ofta nýta viðmerkjarar talvmyndina, tá ið taktiskar telvingar eru millum fólk og flokkar – ella millum samgongu og andstøðu. Vit politikarar royna eisini mangan at seta hvør annan skák mát – og eggja hinum til at leggja kongin.
Men lat meg gera púra greitt: Okkara harðasta talv er móti umheiminum. Ikki hvør øðrum. Vit mugu tí vera kappingarfør á øllum økjum. Sosialt. Mentanarliga. Útbúgvingarliga. Fíggjarliga. Og vinnuliga.
Á nøkrum økjum standa vit okkum sera væl. Á øðrum hava vit avbjóðingar og mugu finna sterkastu leikirnar.
***
Frú forkvinna,
Í bókini um Helga Dam Ziska greiðir hann frá tonkunum, sum mólu í klingur, meðan hann sat í avgerandi talvinum, tá ið hann gjørdist stórmeistari:
Lít á tíni dømievni.
Sættast ikki við remis móti góðum mótstøðumanni, um støðan er góð.
Finn støðugt virknar og skapandi leikir.
Varðveit dissiplinina, men miss ikki vinnaraviljan.
Ver djarvur og reystur.
Alt góðar áminningar, sum kunnu nýtast í politikki, eins væl og í talvi.
Vit mugu í felag finna virknar og skapandi leikir, vera djørv og reyst. Lata vit standa til, er vandi fyri, at umheimurin spakuliga tekur okkara fólk, leik fyri leik.
Og høvuðsorsøkin til, at útheimurin tekur okkara fólk, er útbúgving. Bæði tí úrvalið er størri, og eisini tí at lestrarumhvørvið dregur. Nógv ung flyta uttanlands at lesa ella læra – og helvtin kemur ikki aftur.
Tí er tað avgerandi, at vit hava góðar, fjølbroyttar útbúgvingar og stimbrandi karmar, skulu okkara ungu velja Føroyar.
Handaligu útbúgvingarnar eru framúr. Og í dygd er Setrið kappingarført. Støðið er høgt, samband- ið við undirvísararnar er tætt – og so hevur tað nakað, sum onnur ikki hava: Tað tekur støði í føroyskum viðurskiftum.
Men ymist má kortini gerast betri.
Til dømis karmarnir. Tí ætla vit at byggja eitt kampus, so okkara lesandi kunnu savnast á einum stað. Har sambond verða knýtt, hugskot kunnu birtast, og eitt livandi lestrarumhvørvi kann spíra.
Vit eru í gongd við prosjekteringina, og arbeiðið byrjar komandi ár. Lonirnar á Frælsinum, sum verða partur av Setrinum, verða umvældar, og ein lon er liðug.
Ein annar leikur fyri at gerast kappingarfør snýr seg um lestrarstuðulin. Lestrarstuðulin í Føroyum er lægri enn í Danmark, men komandi summar hækka vit hann.
Og so er tað hugburðurin til at lesa í Føroyum.
Herfyri gjørdi Kringvarpið samrøðu við Fríðunn Bolstad Mortensen, ið lesur til lærara á Setrinum. Hon segði so beinrakið:
Tey tosa um stóru fólkafráflytingina, men samstundis spyrja tey okkum, nær vit fara.
***
Men frú forkvinna, skal fólkið støðast í Føroyum, mugu vit hava tøkar bústaðir. Við ongum fólki tapa vit talvið.
Fyri at bøta um bústaðartrotið er málið, at vit í 2030 skulu hava 2.000 bústaðareindir afturat.
Øll mugu loysa avbjóðingina í felag – bæði tað almenna og tað privata. Vit hava givið Bústøðum heimild at læna 350 milliónir, og kommunurnar fáa eisini ein týðandi leiklut. Vit hava givið teimum heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg saman við Bústøðum, at áseta bústaðarskyldu í nýggjum útstykkingum og at leggja gjøld á tóm hús.
Í heyst fara vit undir at gera skrivstovurnar á Eirargarði til á leið 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra. Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrarsund.
Og Bústaðir skulu arbeiða øðrvísi. Ikki fleiri dýrar íbúðir, men bíligar bústaðir til ung, ungar barnafamiljur, støk og eldri fólk, sum vilja flyta úr stóru sethúsunum.
Í talvi ber til at leypa í borg. Tá verða kongur og rókur fluttir í senn, so báðir koma í betri støðu.
Í fluttum týdningi skal tað sama vera galdandi á bústaðarøkinum. Eldri fólk skulu kunna flyta úr stórum húsum í íbúð, meðan barnafamiljur kunnu flyta í sethús. Soleiðis fáa bæði ættarliðini fyrimun av nýggju støðuni.
Tey, sum tó hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni. Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum. Um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tað truplast. Og um møguleikan at búseta seg í Føroyum. Landsstýrið arbeiðir við at finna fíggingina, og uppskotið verður latið tinginum í heyst.
Ein onnur avbjóðing er, at hús og íbúðir verða keypt við tí eina endamáli at leiga út til ferðafólk – eitt nú á airbnb. Komandi vár fara vit at leggja uppskot fyri tingið um at skipa karmarnar um stutttíðarútleigu, soleiðis at fólkið, her býr, fyrst og fremst fær tak yvir høvdið.
Eisini fólk við serligum tørvi hava rætt til egnan bústað. Í løtuni eru tvær byggiverkætlanir í gongd. Onnur er í Havn til 24 fólk við autismu; hin er í Vágum til 18 fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Eftir ætlan verða báðar lidnar í 2027.
Á Mýrini, í Kvíggjartúni og í Reynstúni eru fólk flutt inn og trívast sera væl. Í næstum fara vit at fyrireika bygging í Eysturkommunu, umframt at vit áhaldandi dagføra verandi bústovnar.
***
Frú forkvinna,
»Ein finna tú ert í talvinum, har pengarnir fólkið flyta« syngur Kári P í yrking eftir Hanus Kamban. Eigur tú nógvar pengar, fylla teir lítið, men eigur tú lítið av pengum, fylla teir nógv. Og høga kostnaðarstøðið rakar okkara lágløntu meinast.
Vit mugu tí gera tað liviligari sum heild og tryggja eitt javnari samfelag.
Sum er, økist lønargjógvin millum há- og láglønt støðugt. Tað fer hon at gera, so leingi sum lønar- hækkingarnar verða latnar í prosentum. Tann leisturin gevur jú okkum við góðari løn lutfalsliga fleiri krónur hvønn mánað.
Tí er útgangsstøðið hjá landsstýrinum at broyta samráðingarleistin til lønarsamráðingarnar í heyst. At vit í størri mun samráðast um krónur heldur enn um prosent.
Tað er eisini fyri at gera tað liviligari í Føroyum, at vit:
- hava lækkað skattin hjá lág- og miðalløntum.
- hava givið eitt lønarlyft.
- hava hækkað útgjaldið og fara at lækka inngjaldið í arbeiðsloysisskipanina.
- Tí arbeiða vit framvegis við at stytta arbeiðsvikuna.
- Og tí fara vit í heyst at leggja uppskot fyri tingið um at taka mvg’ið av til dømis grønmeti, blæum og øðrum útvaldum gerandisvørum. Hetta fer at gera mun – serliga hjá barna- familjum.
Eisini broytingarnar í barsilslógini fara at muna hjá barnafamiljum.
Hámarkið fyri barsilspening er hækkað úr 25.000 upp í 30.000 krónur, og frameftir verður tað javnað árliga, so tað fylgir almennu lønargongdini.
Rættindini eru eisini styrkt hjá støkum foreldrum, sjálvstøðugum vinnurekandi – og hjá foreldrum, sum ættleiða, fáa ov tíðliga fødd børn ella tví- og fleirburar.
Fyri at fáa eitt bleytari skifti aftur til arbeiðslívið ætla vit, at foreldur skulu kunna drýggja barsils- peningin yvir eitt longri tíðarskeið.
Uppskotið verður lagt fyri tingið komandi vár.
Alt hetta fer at seta okkara barnafamiljur – og harvið okkum øll – í eina munandi betri støðu.
***
Frú forkvinna,
Tá ið tú telvar, er tað av stórum týdningi at byrja væl. Óteljandi talvbøkur eru skrivaðar um ymsar byrjanir, og hvussu tær hvør sær ávirka tínar møguleikar.
Hetta sama ger seg galdandi hjá okkum menniskjum. Koma vit væl frá byrjan við einum góðum, tryggum barndómi, økir tað um okkara møguleikar, sum vit vaksa til.
Júst hetta er endamálið við barnalógini, sum nú er komin væl áleiðis. Øll børn og ung í Føroyum eru tikin við í tilgongdina.
Eitt úrslit av barnaverkætlanini er royndin við samskipara í Vági, ið virkar sum liður millum ymsar skipanir, so eingi børn detta niðurímillum – úr vøggustovu og í skúla. Afturmeldingarnar eru sera góðar.
Eisini skúlarnir skulu tryggja børnum bestu byrjanina.
Skúlin á Trøðni fer tí at hava heildagstilboð, so børnini, ið hava tørv á tí, verða betur loftað og sleppa undan órógvandi skiftum dagliga.
Í fólkaskúlanum hava vit framt nógvar broytingar, sum gagna bæði næmingum og lærarar. Og fyrstu royndirnar við at stytta skúladagin og endurskoða tíma- og lærugreinabýtið eru góðar.
Tríggir skúlar, sum nú byrja aftur við munandi betri kørmum, eru Húsarhaldsskúlin í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Rásin í Saltangará.
Og so skulu børnini hava gott føroyskt tilfar á netinum. Kringvarpið er nógv størsti framleiðarin, og vit ætla at seta pening av, so børnini frameftir fáa lættari atgongd til føroyskt barnatilfar.
***
Tá ið byrjanin er telvað, kemur miðtalvið.
Og frú forkvinna, tá er avgerandi at varðveita yvirlitið – eisini undir trýsti. At halda seg til ætlanina, kenna sínar raðfestingar og avlesa, hvat fer at koma, so tú ikki verður tikin á bóli og missir meira fyri minni.
Á sama hátt mugu vit eisini í politikki støðugt hava yvirlit. Vit mugu avlesa, hvat fer at henda, og hava greiðu á raðfylgju og raðfestingum. Á inntøkum og útreiðslum.
Tí eru øll politisku forfólkini samd um, at vit mugu tillaga almenna bygnaðin. Vit mugu nýskipa, umskipa og leggja eindir saman. Fáa meira fyri hvørja krónu.
Tí var eisini breið semja um at hækka gjøldini á alivinnuna, og tí var tað rættvíst at hækka veiði- gjøldini á uppsjóvarvinnuna.
Men vit mugu eisini gera aðrar leikir.
Skulu vit vera framsíggin og tryggja fíggjarliga kappingarførið í longdini, noyðast vit at hækka pensjónsaldurin. Samanborið við 1985 liva vit 4-5 ár longur í miðal.
Tað er gott, at miðallivialdurin framvegis hækkar.
Men tað merkir, at vit fáa pensjón í støðugt fleiri ár, og at vit gerast støðugt fleiri eldri. Men samstundis verða støðugt færri at rinda. Tað hongur ikki saman.
Og broytingarnar koma ikki í gildi fyrr enn í 2035. Tá verða tær stigvísar og við undantøkum. Eitt nú kunnu tey, ið hava arbeitt frá ungum árum, fara frá áðrenn pensjónsaldur. Í løtuni samskifta vit við fakfeløg um, hvussu skipanin kann síggja út. Málið kemur ætlandi fyri tingið aftur seinni í ár.
***
Frú forkvinna,
Telvar tú hegnisliga, megnar tú kanska at fáa eina finnu á baklinjuna hjá mótleikaranum. Tá kanst tú skifta finnuna um við eitt annað fólk – oftast eina frúgv. Tú skiftir sostatt smá virði um við størri virði.
Júst hetta er tað, vinnulívið so hegnisliga megnar. Tey veita tænastur, sum gera tað betri at búgva her. Tey skapa spennandi størv, sum draga fólk. Tey økja um virðið á tilfeinginum. Tey skifta finnu um við frúgv.
Og frú forkvinna – nógvar føroyskar fyritøkur teljast millum heimsins fremstu á sínum øki.
Vit hava kt-vinnu, tøkniframleiðslu og handverk í heimsflokki. Vit hava framúr flogvinnu og shipping. Vit byggja skip og undirsjóvartunlar, sum onnur øvunda okkum, og hava matstovur, sum fáa fólk at ferðast til Føroya.
Og vit eiga at styrkja smá vinnurekandi og íverksetar. Tey skapa fjølbroytni og møguleikar, og sum frá líður kunnu tey skapa týðandi inntøkur.
Fyritøkur, sum í dag flyta sum finnur, kunnu um fá ár flyta sum frýr.
Tí vilja vit lofta smáum vinnurekandi betur. Til dømis við at endurrinda stóran part av lønar- útreiðslunum, um starvsfólk gerast langtíðarsjúk.
Tí veita vit teimum atgongd til váðafúsan kapital við Framtaki. Fáa smáar fyritøkur umstøður at granska og menna sínar vørur og tænastur, kunnu tær koma langt.
Løgtingið hevur samtykt ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, so vit gerast sjálvbjargnari við stutt- fluttum matvørum.
Í ferðavinnuni fór umsetningurin í fjør á fyrsta sinni upp um milliardina.
Ferðavinnan skapar størv, tilboð og møguleikar, eisini fyri okkum føroyingar, men hon er eisini tann vinnan, sum hevur størstar fylgjur fyri gerandisdagin. Tí skal hon vera umhvørvisliga, búskaparliga og sosialt burðardygg.
Nýggja lógin um burðardygga ferðavinnu er so smátt farin at virka.
Og í fiskivinnuni hevur burðardygd somuleiðis avgerandi týdning. Tí gjørdu vit avtalu við Bretland um makrelin – og við Bretland og Noreg um sildina. Hóast nøgdirnar eru minkaðar, fáa vit væl meiri fyri hvørt kilo. Fyrst og fremst tí vit nú kunnu fiska, tá ið góðskan er best.
Fyri eisini at tryggja burðardyggan fiskiskap undir Føroyum eru fiskidagarnir hjá heimaflotanum skerdir. Fiskiskapurin í vár hevur kortini verið betri enn undanfarin ár – og prísirnir eru høgir.
Hóast tað gongur striltið, arbeiða vit støðugt við at tryggja Føroyum betri marknaðaratgongd – og tvey framlop eru.
Í vár gjørdu vit avtalu við Kina, so at fiskur, fiskalýsi og mjøl nú kunnu útflytast til henda stóra marknaðin.
Og í juni bragdaði loksins – eftir nógv ár – at fáa marknaðaratgongd til Brasil. Brasil er stór- innflytari av saltfiski og kann gerast ein týðandi marknaður fyri føroyskar fyritøkur.
Allir partar eru somuleiðis samdir um, at alivinnan skal vera burðardygg.
Vit arbeiða støðugt við at dagføra reglurnar við nýggjastu vitanini, tí tað fylgir stór ábyrgd við stórari vinnu. Fyri at skapa kappingarføri mugu lógarverk og karmar kring alivinnuna vera væl skipað og gjøgnumskygd.
Hóast laksaprísirnir í løtuni eru lágir, er alivinnan væl fyri. ***
Frú forkvinna,
Í talvi arbeiðir tú undir tíðartrýsti. Klokkan tikkar, meðan tú skalt meta um støðuna, samstundis sum tú vigar útfallið av leikunum longur frammi. Av øllum møguleikum skalt tú velja tann besta. Alt meðan tíðin rennur frá tær.
Klokkan tikkar eisini hjá náttúruni.
Vit ovurnýta í løtuni so nógv, at gera vit einki, fara vit í 2050 at brúka tríggjar ferðir so nógv náttúrutilfeingi, sum heimurin kann skapa.
Vit mugu endurnýta og endurvinna sum mest. Nýggja burturkastkunngerðin, sum væntandi kemur um ársskiftið, skal stuðla umleggingini.
Eisini tey 25 átøkini í orku- og veðurlagspolitikkinum eru liður í tí. 18 teirra eru longu sett í verk.
Og føroyska útlátið minkaði umleið seks prosent í 2024, samstundis sum vit høvdu lutfalsliga stóran búskaparvøkstur. Men áhaldandi tørvar okkum fleiri tiltøk fyri at tálma útlátinum, so eftirkomararnir fáa besta útgangsstøðið.
Samgongan vil tí seta bindandi langtíðarmál, og veðurlagslógin kemur í heyst.
El-prísurin skal vera lágur, tá ið lítið verður brúkt av olju, og hægri, tá ið nógv olja verður brúkt. Saman við SEV arbeiða vit við kappingarførum prísskipanum, so orkukrevjandi vinnur kunnu skifta frá olju til el. Eisini skal tað loysa seg betur at seta sólsellur á tekjuna og nýta sólorku.
Og sjálvandi skulu allir bygningar hjá landinum leggja um frá dálkandi olju. Við árslok hava vit skift til grøna orkuskipan í umleið 35 bygningum.
Vit mugu eisini verja viðbreknu føroysku náttúruna, tá ið vit innflyta. Nú gera vit kunngerð, so ávísar plantur og lívverur verða bannaðar.
***
Frú forkvinna,
Kongur, frúgv, rókur, bispur, riddari, finna. Í talvi hava øll fólkini sítt egna gongulag. Men saman stríðast tey fyri at røkka einum felags máli, og tey verja hvørt annað, tá ið á stendur. Fjølbroytni er størsta styrkin.
Hetta sama samhaldsfestið byggja okkara vælferðartænastur á. Vit hjálpast, tá ið á stendur. Í skiftum tørvar okkum øllum jú hjálp.
Í summar kom lógin um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum í gildi. Nýskipanin fer serliga at gagna eldri fólki, fólki við varandi sjúkum og fólki við serligum tørvi.
Nú landið verður skipað í heilsuøki, verða betri møguleikar at velja lækna – eisini millum kvinnu- ligar og mannligar kommunulæknar.
Næsta stigið er at knýta kommunulæknar at einstøku røktar- og ellisheimunum.
Sjúkrahúsverkið er nú vorðið universitetssjúkrahús. Fyrimunirnir við hesum eru fleiri, til dømis fara fleiri væntandi at granska í føroyskum viðurskiftum. Tíverri hava vit eina serstøðu, tá ið tað kemur til arvaligar sjúkur.
Vit arbeiða tí við, at pør skulu kunna kanna, um tey bera ávísar deyðiligar ílegusjúkur, sum ikki kunnu viðgerast, og sum hava lutfalsliga stóran títtleika í Føroyum.
Harumframt skulu nýføðingar frameftir eisini screenast fyri ávísar ílegusjúkur, sum kunnu viðger- ast og eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni. Hetta verður sett í verk 1. oktober í ár.
Sum nakað nýtt skal ein útgreiningareind lofta teimum, ið hava illgruna um krabbamein. Bæði bíðitíð, viðgerð og tænasta skal kunna sammetast við grannalondini.
Og fyrsti føroyski heilsupolitikkurin er um at vera liðugur. Føroyska heilsuverkið skal vera á støði við heimsins bestu.
Eisini tænasturnar á almannaøkinum skulu vera í heimsflokki.
Tað krevur betri samstarv millum land og kommunur á øllum økjum. Saman við kommununum arbeiða vit við at flyta dagtilboð og umlætting til kommunurnar, so eingin skal detta niðurímillum.
Samsýningin fyri at ansa óhjálpnum skal endurskoðast, og fyritíðarpensjonistar skulu fáa eina pensjónsviðbót, tá ið teir røkka pensjónsaldri.
Fyri at nøkta starvsfólkatørvin vilja vit veita løn undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya. Uppskotið varð einmælt samtykt, og vónandi finna kommunur og fakfeløg eina góða semju, so skipanin fer at virka sum skjótast.
***
Frú forkvinna,
Eitt tað fyrsta, ein telvari lærir, er at taka ábyrgd av gerðum sínum. Eisini tá ið illa gongur í hond. Og í seinastuni hava ikki allir leikir eydnast sum ætlað. Tað staðfestu vit, tá ið uppskotið um at fyrireika og bjóða Suðuroyartunnilin út endaði aftur í nevnd.
Missir tú fólkið, tapir tú talvið. Seinastu 40 árini hevur Suðuroyggin mist nógv fólk og stendur til at tapa, verða ikki avgerandi leikir fluttir.
Vit hava tikið ábyrgd. Vit hugsa væl og fara hóvliga. Vit hava í huga, at aldrin kann ein gjørdur leikur broytast. Nú kanna vit fleiri møguleikar, áðrenn vit flyta.
Eg eri vónríkur um breiða semju, tá ið vit leggja uppskotið fram aftur í heyst. At vit standa saman.
Vit stóðu saman um Fámjinstunnilin, sum nú er latin upp, um Dalstunnilin, sum helst letur upp í ár, og um Tjørnuvíkartunnilin, har arbeiðið væntandi byrjar komandi ár.
Strandferðsluflotin krevur endurnýggjan, og tvey skip eru liðugt prosjekterað. Annað skal sigla til Kalsoynna og verður ætlandi boðið út í ár – hitt skal sigla til Svínoyar og Fugloyar.
***
Frú forkvinna,
Talvborðið stendur á Nakkinum enn. Røkurnar troyttar í øldir, áðrenn vit náddu fram, syngja Frændur.
Og tað eru føroysk fjøll og firðir, ið mynda mentanina, sum í øldir hevur knýtt okkum saman og styrkt okkara samleika. Gjørt okkum til føroyingar.
Mentanin er grundarlagið undir øllum; hon er sjálvt talvborðið, fólkið stendur á. Men á mentanar- liga økinum telva vit eisini móti øllum heiminum.
Tí skulu vit styrkja føroyska mentan.
Vit leggja aftur at Mentanargrunni landsins, so virksemið kann fylgja tíðini, og grunnurin áhaldandi kann lyfta føroyskt mentanarlív.
Vit styrkja virksemið hjá Tjóðpallinum og Symfoniorkestrinum. Vit gera nýggja goymslu til Tjóðsavnið, og vit umbyggja Listasavn Føroya.
Verulig gongd kemur á Koltursætlanina, sum – tá ið hon er liðug – bæði verður náttúrugranskingar- støð, umframt at skúlabørn kunnu vitja oynna og styrkja tilvitið um føroyska náttúru.
Fyri fáum árum síðani høvdu øll børn í Føroyum sama førning. Soleiðis er ikki longur. Vit hava havt stóra tilflyting seinastu árini, og fólk úr fleiri enn 100 londum búleikast nú her.
Tá ið tú telvar, er vanligt at greina talv hjá øðrum fyri at læra av teimum. Tað, sum gekk væl, men eisini tað, sum gekk illa. Á sama hátt kunnu vit læra av okkara grannum, tá ið um tilflyting ræður.
Tilflytingin er við til at nøkta tørvin á arbeiðsmegi og ríka samfelagið við nýhugsan og nýmenning.
Hinvegin tyngir hon serliga dagstovnar og skúlar, tí so nógv børn eru, sum ikki duga føroyskt. Mentanarmunir og vantandi málførleikar elva ofta til truplar støður.
Á heysti í 2023 broyttu vit inntøkumørkini hjá útlendskum arbeiðstakarum, sum vilja hava familjuna við til Føroya.
Hetta hevur tálmað tilflytingini av samfylgjandi familjulimum munandi.
Men vit skulu taka okkum væl av teimum, sum eru komin. Tí er fyrsta føroyska integratiónslógin nú sett í gildi. Endamálið er, at tilflytarar kunnu nýta sínar førleikar, vera fíggjarliga sjálvbjargnir og luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við okkum onnur.
***
Frú forkvinna,
Fyri 55 árum síðan – í 1970 – vunnu Føroyar á fyrsta sinni viðurkenning sum sjálvstøðug ítrótta- tjóð. Hetta var, tá ið Talvsambandið gjørdist limur í altjóða talvsamgonguni. Sama ár vóru Føroyar við á talvolympiaduni.
Nógv er hent síðani. Í dag hava vit ein stórmeistara og fleiri altjóða meistarar. Merkið sæst javnan á sigurskamlinum, bæði á oyggjaleikum, í EM- og HM-kappingum og á paralympiaduni.
U21-liðið í hondbólti er triðbest í heiminum. Tað er ikki ein fjarur tanki, at Føroyar spæla seg til OL. Men sum er, forðar ríkisrættarliga støðan okkum atgongd.
Hon forðar eisini atgongd á øðrum økjum.
Vit mugu hava fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, so vit kunnu fáa altjóða limaskapir. Tað er eitt nú neyðugt, skulu vit tryggja vinnuni kappingarføra marknaðaratgongd.
Samstarvið við donsku stjórnina er gott, og vit vilja varðveita tað. Men verandi støða er ein forðing. Hetta tykjast allir flokkar samdir um.
Vit mugu sjálv sita við borðið og flyta okkara uttanríkispolitisku leikir. Tí kunnu vit í hesum føri ikki sættast við remis.
Í 2023 segði danski forsætisráðharrin í setanarrøðu síni, at vit skulu hava eitt javnbjóðis samstarv millum trý fólk, trý lond og tríggjar tjóðir.
Í 2012 segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, at hann droymdi um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. At ein og hvør skipan má lagast til tíðina.
Eg eri púra samdur.
Í talvi er ein meginregla, at nertir tú eitt talvfólk, skal tað flytast. Í fluttum týdningi hava báðir partar – bæði Føroyar og Danmark – nú nortið fólkið. Tíðin er búgvin til at flyta leikin.
Men tað krevur, at vit í Føroyum standa saman. ***
Frú forkvinna,
Búgvin til hernað á vígvølli standa
fylkini reystu til hildarfund, yrkti skaldið.
Hesar somu reglur lýsa eisini heimsstøðuna væl. Tí stríðini eru fleiri. Um landaøki, trúgv, toll og pengar.
Støðan er ófrættakend. Óviss.
Tollstríðið hjá USA kann fáa stórar fylgjur fyri Føroyar, tí tað, vit framleiða, útflyta vit í stóran mun, og tað, vit nýta, innflyta vit í stóran mun.
Vit hava tó bara ræði á egnum leikum. Vit ráða ikki fyri, hvussu onnur flyta. Men vit fylgja væl við og gera tað, vit kunnu, fyri at leggja uppfyri.
Aðrir vígvøllir síggjast við áhaldandi polarisering og kríggi.
Ukraina stríðist fyri landøki, fólkaræði, frælsi – og fyri øllum Evropa. Føroyar stuðla Ukraina við neyðhjálp. Vit hava tikið ímóti flóttafólkum, og í heyst ætla vit at lata Ukraina skjóttgangandi bátar.
Øll revsitiltøk, sum ES hevur móti Russlandi í sambandi við kríggið í Ukraina, eru eisini galdandi hjá okkum.
ES og Noreg settu fyri kortum tiltøk í verk mótvegis tveimum russiskum reiðaríum, sum eisini eiga skip, ið fiska undir Føroyum. Ikki orsakað av krígnum í Ukraina, men tí orsøkir eru at halda, at teirra skip taka lut í illgrunasomum virksemi. Landsstýrið fer um stutta tíð at biðja løgtingið um at víðka um verandi heimildir, soleiðis at Føroyar kunnu seta hesi tiltøk í verk.
Og í Gasa er støðan ræðulig. Landsstýrið tekur fult undir við fráboðanini, sum 30 lond skrivaðu undir fyri viku síðani, um at enda kríggið í Gasa í stundini.
***
Frú forkvinna,
Fyri knøppum 100 árum síðan var stór mannamúgva savnað á ólavsøku og hugdi at, meðan telvað varð við livandi fólki í Gundadali. Skótar vóru ílatnir sum talvfólk, og eini 600 fólk fylgdu við.
Millum telvararnar var Andrias Ziska, langabbi Helga Dam Ziska.
Hóast Andrias Ziska ikki visti tá, at hann fór at vera langabbi fyrsta føroyska stórmeistaran, vísir hetta, at tað, vit gera í samtíðini, kann fáa avgerandi týdning fyri framtíðina.
Eitt ættarlið kann slóða fyri, at eitt annað gerst stórmeistari.
Vit telva ikki longur við livandi fólki á ólavsøku. Men vit eru hvønn dag í hørðum talvi um okkara livandi fólk.
Ikki hvør við annan. Men við heimin.
Tí mugu vit vera kappingarfør á øllum økjum. Vit mugu í felag flyta røttu leikirnar – og hava bæði nútíðina og framtíðina í huga.
Eg fari at tríva aftur í nakað av tí, sum Helgi Dam Ziska hugsaði um, tá ið hann sat í sínum týdningarmesta talvi:
Lít á tíni dømievni.
Sættast ikki við remis móti góðum mótstøðumanni, um støðan er góð. Finn støðugt virknar og skapandi leikir.
Góðu tingfólk,
Tíðin er stillað, og fólkið er sett.
Mugu vit í felag finna sterkastu leikirnar hetta komandi tingárið. Góða ólavsøku,
Gud signi Føroyar.