Her er U21-landsliðið

U21: Eyðun Klakstein hevur úttikið sín fyrsta U21-landsliðhóp

Eyðun Klakstein hevur úttikið sín fyrsta U21-landsliðhóp. Talan er um ein blanaðan hóp við spælarum, sum vísa seg fram í bestu deildini, útisetum og eisini spælarum, ið spæla minni á bestu liðnum.

 

Spælarar sum Samuel J. Chukwudi, Jørgen Nielsen, Heini F. Sørensen og Noah Hans Mneney eru við. Teir vóru ikki við til venjingarleguna fyrr í ár. Tríggir teirra vóru skaddir og Noah Mneney var við A-landsliðnum.

 

- Vit gleða okkum nógv at sleppa í gongd. Vit hava tikið út tjúgu spælarar, sum verða við í hópinum.

 

Tí er talan um eitt sterkari U21-landsliðið á pappírinum. U21-landsliðið spælir fríggjardagin 16. juni í Klaksvík móti Andorra. Dysturin byrjar klokkan 18.

 

Hópurin:

 

Ari Petersen, 07 Vestur

 

Jóannes Davisen, EB/Streymur

 

Samuel J. Chukwudi, HB

 

Børge Petersen, KÍ

 

Signar á Brúnni, Víkingur

 

Mikkjal Hellisá, EB/Streymur

 

Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)

Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)

 

Jákup Vilhelmsen, KÍ

 

Noah Hans Mneney Bryne (Noreg)

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg)

 

Heini F. Sørensen FC Midtjylland (Danmark)

 

Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

 

Jónas Warner, B68

 

Jens Erik Bruhn, TB

 

Áki Samuelsen, HB

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jørgen Nielsen, B68

 

Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur

 

Poul Kallsberg, Víkingur