European League: Her eru bólkarnir hjá Sävehof og Füchse Berlin

Liðini hjá Óla Mittún og Hákuni West av Teigum eru millum tey 16 liðini, ið eru eftir í EHF European League kappingini

Bæði føroyingaliðini, Sävehof hjá Óla Mittún og Füchse Berlin hjá Hákuni West av Teigum vunnu sínar innleiðandi bólkar í EHF European League, og eru millum 16 tey seinastu liðini í kappingini.

 

Drigið er til teir fýra bólkarnar í høvuðsumfarinum. 

 

Sävehof møtir Nexe úr Kroatia og danska liðnum, Skjern. Füchse Berlin møtir Sporting úr Portugal og Constanta úr Rumenia. Sävehof hevur fingið stigini móti Gorenje (3 stig) við sær, og Füchse Berlin hevur fingið stigini móti Dinamo Bukarest (4 stig) við sær í høvuðsumfarið:

 

Soleiðis sær lutakastið til bólkarnar út: 

 

 

 

Bólkur 1:

 

Hannover-Burgdorf, 4 stig

Nantes, 2 stig

Rhein-Neckar Löwen, 2 stig

Zabrze, 0 stig

 

Bólkur 2:

 

IK Sävehof, 3 stig

RK Nexe, 2 stig

Skjern, 2 stig

Gorenje Velenje, 1 stig

 

Bólkur 3:

 

Flensburg-Handewitt, 2 stig

Kadetten Schaffhausen, 2 stig

Bjerringbro-Silkeborg, 2 stig

Vojvodina, 2 stig

 

Bólkur 4:

 

Füchse Berlin, 4 stig

CSM Constanta, 2 stig

Sporting CP, 2 stig

Dinamo Bukarest, 0 stig