Her eru mótstøðuliðini hjá føroyingaliðunum í European League

Hannover-Burgdorf, Sävehof, HF Karlskrona og Stjarnan mugu spæla tveir kvalifikasjónsdystir

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel er tryggjað eitt pláss í bólkaspælinum í EHF European League.

 

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen (myndin), Hannover-Burgdorf, liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof, og liðið hjá Jóhannesi Bjørgvin, Stjarnan mugu spæla tveir kvalifikasjónsdystir um rættin at kappast í bólkaspælinum. Tað mugu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona eisini.

 

Vilhelm og liðfelagarnir skulu spæla móti HC Alkaloid úr Norðurmakedonia. Ísak og liðfelagarnir í Sävehof skulu spæla móti HK Malmö. Jóhannes og liðfelagarnir í Stjörnuni skulu spæla móti CS Minaur Baia Mare úr Rumenia. Tróndur og liðfelagarnir í HF Karlskrona møta KGHM Ghrobry Glogów úr Póllandi.

 

Vónandi eydnast tað øllum føroyingaliðunum at tryggja sær pláss í bólkaspælinum. Kvalifikasjónsdystirnir vera spældir millum 30. august og 7. september. 

 

Lutakastið sær soleiðis út:

 

Bólkur A:

 

SG Flensburg-Handewitt (GER)

AHC Potaissa Turda (ROU)

Vinnarin: Mors-Thy Handball (DEN) vs Saint-Raphael Var Handball (FRA)

Vinnarin: Irudek Bidasoa Irun (ESP) vs ABC De Braga (POR)

 

Bólkur B:

 

Montpellier Handball (FRA)

REBUD KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski (POL)

THW Kiel (GER)

Vinnarin: BSV Bern (SUI) vs MRK Čakovec (CRO)

 

Bólkur C:

 

Fraikin BM Granollers (ESP)

RD LL Grosist Slovan (SLO)

Vinnarin: SAH - Skanderborg (DEN) vs Marítimo da Madeira Andebol SAD (POR)

Vinnarin: CS Minaur Baia Mare (ROU) vs Stjarnan (ISL)

 

Bólkur D:

 

FC Porto (POR)

Fram (ISL)

Vinnarin: Elverum Håndball (NOR) vs Bathco BM Torrelavega (ESP)

Vinnarin: Gorenje Velenje (SLO) vs HC Kriens-Luzern (SUI)

 

Bólkur E:

 

MT Melsungen (GER)

FTC-Green Collect (HUN)

Sport Lisboa e Benfica (POR)

Vinnarin: KGHM Chrobry Glogów (POL) vs HF Karlskrona (SWE)

 

Bólkur F:

 

IFK Kristianstad (SWE)

HC Vardar 1961 (MKD)

Fenix Toulouse (FRA) 

Vinnarin: MRK Dugo Selo (CRO) vs MRK Sesvete (CRO)

 

Bólkur G:

 

Fredericia Håndboldklub (DEN)

Tatran Prešov (SVK)

Vinnarin: RECKEN - TSV Hannover-Burgdorf (GER) vs HC Alkaloid (MKD)

Vinnarin: IK Sävehof (SWE) vs HK Malmö (SWE)

 

Bólkur H:

 

Kadetten Schaffhausen (SUI)

RK Nexe (CRO)

ABANCA Ademar León (ESP)

Vinnarin: RK Partizan (SRB) vs HCB Karviná (CZE)