Føroyska U18-kvinnulandsliðið í sandflogbólti, ið Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen manna megnaði ikki at røkka hálvfinaluni í undankappingini, sum er í Andorra í hesum døgum.
Í dystinum um at vinna seg í hálvfinaluna møttu Marjun og Hanna Elisabet hægst styrkismetta liðnum, Andorra 1. Marjun og Hanna Elisabet taptu 0-2 fyri Garcia og Naran.
Settmunurin var 9-21 og 16-21.
Marjun og Hanna Elisabet skulu nú spæla um fimta plássið.
Klokkan 15.30 verður dystur móti Conway og Sivri úr Írlandi. Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Marjun og Hanna Elisabet 2-0 á hesum liðnum. Settmunurin var tá 21-14 og 21-11.
Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.
##med2##