Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seg ígjár til HM-endaspælið, ið verður leikt í Niðurlondum og Týsklandi, dagarnar millum 26. november og 14. desember.
30 HM-luttakarar eru funnir.
Luttakararnir eru hesir:
Evropa: Niðurlond, Týskland, FØROYAR, Eysturríki, Kekkia, Danmark, Frakland, Ungarn, Ísland, Montenegro, Noreg, Póland, Rumenia, Serbia, Spania, Svøríki og Sveis.
Afrika: Angola, Senegal, Tunesia og Egyptaland.
Asia: Iran, Japan, Suðurkorea, Kasakstan og Kina (Wild Card).
Suðuramerika: Brasil, Uruguay og Argentina.
Norður og millumamerika: Kuba.