Hesin er nýggjur venjari hjá kvinnulandsliðnum

Claus Mogensen er nýggjur venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum

Claus Mogensen er nýggjur venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, boðar Hondbóltssambandið frá. Claus er dani og 50 ára gamal. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í bæði donskum, norskum og turkiskum hondbólti. Claus hevur vunnið tvey silvurmerki við Byåsen í bestu norsku kvinnudeildini og var valdur til ársins venjara í Noreg í 2016. Claus vandi kvinnurnar hjá København Håndbold frá 2016-2022, har hann eisini vann danska meistarheitið í 2018. Claus verður venjari hjá Horsens komandi kappingarár, samstundis sum hann verður venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

 

- Eg eri fegin og eyðmjúkur um møguleikan at venja føroyska landsliðið. Tað eru fá lond, sum hava uppliva eina eufori í hondbólti sum Føroyar seinastu tíðina. Við tí i huga og flottu menningini, sum hondbólturin hevur havt, so trúgvi eg upp á at vit kunnu ganga í fótasporunum hjá monnunum og koma til eitt endaspæl um ikki alt ov leingi, sigur Claus Mogensen.

 

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, sigur: vit eru serstakliga glað fyri, at tað hevur eydnast at fáa Claus Mogensen sum venjara til kvinnurnar. Úrslitini hjá Claus tala fyri seg og halda vit, at hann er ein venjari, sum flyta kvinnulandsliðið næstu stigini. Claus er ein forvitin og modernaður venjari, sum riggar væl til okkara spælistíl og sum kann vera við til at menna okkara ungu landsliðsleikarar.”

 

Claus tekur við starvinum við dags dato og hevur fyrstu venjingarnar saman við kvinnulandsliðnum í komandi viku. Sáttmálin er í fyrstu atløgu galdandi til 1. januar 2026.