Hesum londum verður latið upp fyri leygardagin

Latið verður upp fyri 25 londum 27. juni

Daska uttanríkismálaráðið hevur nú kunngjørt nýggju leiðreglurnar fyri ferðandi í ríkinum. Hesar leiðreglurnar verða settar í gildi leygardagin, og leiðreglurnar verða somuleiðis galdandi fyri Føroyar.

Tað verður latið upp fyri 25 ES-londum, sum tað higartil í korona-tíðini hevur verið mælt frá at ferðast til. Enn verður mælt frá at ferðast til seks europeisk lond - Rumenien, Portugal, Bretland, Írland, Malta og størstapartin av Svøríki.

Londini, sum føroyingar og danir aftaná leygardagin 27. juni kunnu ferðast til, eru hesi:

  • Eysturríki
  • Belgia
  • Bulgaria
  • Kroatia
  • Cypern
  • Kekkia
  • Estland
  • Finnland
  • Frakland
  • Týskland
  • Grikkaland
  • Ungarn
  • Ísland
  • Italia
  • Letland
  • Liechtenstein
  • Litauen
  • Luxemburg
  • Holland
  • Norra
  • Pólland
  • Slovakia
  • Slovenia
  • Spania
  • Schweiz