Kappingin er 22 ár eldri enn HM í fótbólti, og hon er 52 ár eldri enn EM í fótbólti.
Vit tosa um árliga Milne Cup dystin, ið verður spældur annaðhvørt ár í Lerwick, og annaðhvørt ár í Kirkwall. Fyrsti dysturin í Milne Cup var leiktur í 1908.
Ígjár var árligi steypadysturin millum okkara grannar Hetland og Orknoyggjar spældur á einum vølli, ið var væl kendur millum føroyingar í gomlum døgum. Nevnliga Gilbertson Park í Lerwick, har okkara landslið, býliðið í Havn, TB o.o. eiga nøkur spor.
Orknoyingar sum høvdu vunnið 3-2 á Hetlandi á oyggjaleikunum á heimavølli fyri stuttum, vóru vónríkir um ein sigur í ársins Milne Cup, men hetlendingar vunnu 2-0. John Allan og Lewis Harkness skutu málini fyri Hetland.
Hetta er fjórðu ferð á rað, at hetlendingar vinna Milne Cup.
Hetland hevur vunnið Milne Cup 63 ferðir, og Orknoyggjar 39 ferðir. Fimm dystir eru endaðir javnir.
Burtursæð frá árunum undir fyrra og seinna heimskríggi er søguríki dysturin spældur á hvørjum ári. Tó ikki í 1975.
Føroyar hava ikki spælt móti Hetlandi síðani á oyggjaleikunum í Álandi í 1991.
Myndir: BBC Shetland og hetlendska fótbóltssambandið
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##