Hetta er vápnahvíldaravtalan millum Ísrael og Hamas

Hamas skal hava 50 palestinskar fangar leyslatnar fyri hvørt kvinnuligt ísraelskt herfólk, sum sitir gísli í Gazageiranum

Eftir at bæði ísraelska krígskamarið - ella krígskabinettið, sum tað verður kallað - og ísaelska stjórnin hava góðtikið eina vápnahvíldaravtalu við Hamas, kemur ein vápnahvíld endiliga í gildi millum stríðandi partarnar í Gazageiranum.

 

Avtalan verður galdandi frá í morgin, sunnudagin klokkan 12.15, lokala tíð, at rokna.

 

Sambært norska kringvarpinum - NRK - tók tað langa tíð hjá ísraelsku stjórnini at semjast um vápnahvíldina, og atkvøðugreiðslan helt fram í fleiri tímar fríggjadagin, tó at hvílidagurin - ella sabbatin - í Ísrael byrjaði klokkan 16.30 fríggjadagin.

 

Uppskotið til vápnahvíldaravtalu var klárt mikudagin, og tað var forsætisráðharrin í Qatar, sum kunngjørdi avtaluna, ið Qatar, Egyptaland og USA hava samráðst seg fram til saman við umboðum fyri stríðandi partarnar.

 

So seint sum hósdagin segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at tað framvegis vóru partar av uppskotinum til avtalu, sum máttu avgreiðast, áðrenn Ísrael kundi taka undir við vápnahvíldaravtaluni.

 

Men, í nátt er tað vorðið greitt, at ísraelska stjórnin hevur góðkent vápnahvíldaravtaluna, og hetta váttar forsætisráðharraskrivstovan hjá Benjamin Netanyahu. Sagt verður, at avtalan er samtykt við 24 atkvøðum fyri og átta ímóti.

 

- Fríggjanáttina fullu brikkarnir upp á pláss, tá Ísrael og Hamas samdust um sínámilllum gíslabýti, har ísraelskir gíslar í Gazageiranum og palestinskir fangar í ísraelskum fongslum skulu leyslatast.

 

Ísraelska krígskamarið skuldi fyrst góðtaka avtaluna, áðrenn ísraelska stjórnin fekk hana til viðgerðar, og seinnapartin í gjár góðtók krígskamarið so vápnahvíldaravtaluna.

 

NRK veit at siga, at í fyrsta parti av avtaluni - Stigi 1, skulu 33 gíslar í Gazageiranum leyslatast, samstundis sum ísraeski herurin tekur seg stigvíst aftur, men hevur ein trygdargeira kring Gaza.

 

Á hinari síðuni skal Ísrael leyslata lívstíðarfangar - undantikið teir, sum vóru við í álopinum á Ísrael hin 7. oktober í 2023.

 

Vápnahvíldin í Stigi 1 varar í 42 samdøgur, samstundis sum ísraelski herurin (IDF) verður verandi í Philadelphi-geiranum, sum er ein sonevnd stoytverja - ella eitt buffarøkið - millum Gazageiran og Egyptaland.

 

Í Stigi 2 í vápnarhvíldaravtaluni verða samrøður um fleiri leyslatingar, og ísraelski herurin byrjar sína afturtøku eftir 16 døgum, eins og palestinar trygt skulu kunna fara aftur til norðara part av Gazageiranum.

 

Í Stigi 3 skulu allir ísraelskir gíslar leyslatast, og ísraelski herurin tekur alt sítt herfólk úr Gazageiranum, tá allir gíslarnir eru leyslatnir.

AFP-tíðindastovan veit at siga, at í Stigi 1 í avtaluni, sum varar í 42 samdøgur, skulu 33 ísraelskir gíslar leyslatast, samstundis sum Ísrael letur 737 palestinskar fangar leysar.

 

Sambært AP-tíðindastovuni skal Ísrael lata 30 palestinskar fangar leysar fyri hvønn sivila ísraelska gísla, sum verður leyslatin - og fyri hvørt kvinnuligt israelskt herfólk, sum situr gísli og verður leyslatið, skulu 50 palestinskir fangar í Ísrael leyslatast.

 

Eitt talsfólk hjá Hamas, Izzat el-Reshiq, sigur, at Hamas hevur góðtikið vápnahvíldaravtaluna og hevur bundið seg til at halda hana. 

 

Fleiri ráðharrar í ísraelsku stjórnini, sum ikki tóku undir við vápnahvíldaravtaluni við Hamas, hava hótt við at taka seg úr stjórnini.

 

##med2##

 

Ísraelska krígskamarið á fundi um vápnahvíldaravtaluna millum Ísrael og Hamas