Hetta gongur ikki eina ferð afturat

Hetta snýr seg um at verja fólk í eini neyðstøðu, sigur løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

– Hetta gongur ikki eina ferð afturat. Tað hevur Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, gjørt púra greitt Løgtinginum.

Í farnu viku samtykti Løgtingið at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, heimild til at lukka matstovur og skeinkistøð, og at avmarkað talið á gestum. Hesa heimildina hevur hann til 31. august og endamálið er at forða fyri, at korona skal breiða seg.

Christian Andreasen tók undir við hesum – men hann er rúkandi ósamdur í mannagongdini, og hann gjørdi púra greitt at hann fer ikki at taka undir við tí eina ferð afturat, skuldi tað hent, at landsstýrismaðurin aftur kemur í Løgtingið og biðjur um at fáa heimildina at vera galdandi longri enn 31. august.

– Hetta er eitt undantak. Tað er ein stórur vandi fyri smittu í matstovuøkinum og í náttarlívinum, so eg taki undir við hesum – hesa ferð, sigur hann.

Higartil hevur samgongan havt tann politikk í sambandi við korona, at tey hava ikki viljað lóggivið á økinum – ikki fyrr enn nú Helgi Abrahamsen fekk heimild at lukka matstovur og skeinkistøð. Ístaðin hevur Landsstýrið havt nøkur tilmæli um, hvussu føroyingar skulu bera seg at.

Christian Andreasen ásannar, at tað hevur gingið væl higartil, men hann er av teirri sannføring, at Landsstýrið má hava lógarheimild til at seta nøkur tiltøk í verk, skuldi tað hent, at tilmælini ikki vera hildin.

Annars hevur tað verið ført fram, at Løgtingið hevur ikki heimild til at lóggeva á hesum øki yvirhøvur, tí farsóttir, og tiltøk at forða fyri smittuspjaðing, eru donsk málsøki.

Tað er fólkafloksmaðurin samdur í og tískil heitir hann á Landstýrið um at seta seg í samband við danskar myndugleikar um at fáa greiði á hesum viðurskiftunum, so at landsstýrið fær lógarheimild at seta nøkur tiltøk í verk fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg.

– Men hetta er eisini eitt málsøkið, sum vit kunnu yvirtaka av okkara eintingum, uttan at spyrja danskar myndugleikar eftir, legð hann afturat.

– Eg eri forharmaður um, at landsstýrið ikki tekur hetta frá rætta endanum, og viðurkennur, at hetta er danskt málsøki. Tí heiti eg á Landsstýrið um at venda sær til danskar myndugleikar og antin um at yvirtaka økið, ella um at fáa teir um at seta smittuverjulógávuna í gildi í Føroyum, so at vit fáa neyðugu amboðini at forða fyri at smittan breiðir seg, sigur Christian Andreasen.

– Vit hava verið serstakliga heppin, men vit kunnu ikki liva lívið sum um at korona ikki var til staðar, tí tað er ítøkiligur vandi fyri, at smittan tekur seg upp aftur, legði hann afturat.

– Tað ber ikki til at stjórna landinum við tilmælum, so uttan lógarheimild, missa vit eisini tamarhaldið á støðuni sigur hann.