Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, eru virtuelt við á fundinum, sum er í Oslo í dag.
Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, tosaði í dag fyri fyrstu ferð um møguliga njósning móti Grønlandi og sigur, at vinir skulu ikki njósnast eftir hvørjum øðrum.
Tað sigur hon, nú hon fyri fyrstu ferð í dag viðmerkir málið um møguliga njósning móti Grønlandi, eftir at amerikanska blaðið The Wall Street Journal mikudagin skrivaði, at USA fer at økja um njósningina móti Grønlandi.
– Vit svaraðu longu. Hetta eru søgur í einum altjóða blað, og sum kunnugt hevur okkara uttanríkisráðharri longu havt eitt prát við USA. - Tú kanst sjálvandi ikki njósnast eftir einum sameindum, sigur hon á einum stuttum tíðindafundi í Oslo, har hon luttekur á fundi hjá Joint Expeditionary Force, JEF.
Tað er tó ikki uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum hevur tosað við amerikanarar um málið.
Uttanríkisráðið boðaði hósdagin frá, at amerikanski chargé d’affaires, Jennifer Hall Godfrey, varð innkallað til samrøðu í Uttanríkisráðnum, og samrøðan varð gjørd við deildarstjóran í Uttanríkisráðnum, Jeppe Mikkelsenholm. Umboð fyri grønlendska landsstýrið luttók eisini.
Upplýsingarnar í The Wall Street Journal stava frá tveimum ónevndum keldum við vitan um málið. Økta njósningin kundi til dømis henda gjøgnum at ávirka grønlendska fólkið, stóð millum annað í greinini.
Mette Frederiksen hittir í Oslo stjórnarleiðararnar úr Norður- og Baltisku londunum umframt Hollandi og Bretlandi, sum eru bólkinum hjá JEF-londunum. Her fara tey at umrøða trygd og støðufesti.
Stjórnarleiðararnir úr JEF-londunum fara at umrøða verjuna av maritimum kritiskum undirstøðukervi og avbjóðingarnar hjá russiska skuggaflotanum, sum stuðlar russiska krígsbúskapinum.
Føroyar og Grønland luttaka eisini virtuelt í tí partinum av fundinum. Talan er um Aksel V. Johannesen, løgmann, og formannin í grønlendska landsstýrinum, Jens-Frederik Nielsen.
– Í fyrsta lagi er tað eitt greitt signal um, at øll kring hetta borðið verða meira við í Norðuratlantshavi og í Arktis. Tað er greitt at fevna um Grønland og Føroyar, sigur Frederiksen.
USA við Donald Trump forseta á odda hevur fleiri ferðir seinastu mánaðirnar tosað opið um at vilja yvirtaka Grønland, sum er partur av ríkisfelagsskapinum.
Trump vil millum annað hava Grønland av altjóða trygdarávum, sigur hann, og Trump heldur ikki, at Danmark hevur gjørt nóg mikið í mun til Grønland.
Mette Frederiksen leggur afturat, at Danmark er sett í eina "undarliga støðu".
– Vit eru sera fegin um ta breiðu undirtøku, vit uppliva í Evropa. Serliga har norðuri, har vit savnast í dag, sigur Mette Frederiksen.