Hetta setir fólk í eina ringa støðu

Bíðitíðin at fáa hitapumpu er einar tíggju mánaðir og tað kann kosta fólki fleiri tíggjutúsund krónur

Sum støðan er nú, eru fólk sett í eina ringa støðu.

 

Tað siga Maria Poulsen, Demich og Svend Krosstein, sum eru stóru veitararnir av hitapumpum.

 

Og tað siga teir í eini áheitan á landsins myndugleikar.

 

Í løtuni hava vit eina skipan, at tey, sum fáa sær hitapumpu, fáa tað mvg frítt.

 

Men tann skipanin er bara galdandi í ár afturat, tí næsta ár - og í 2025- skulu fólk rinda hálvt mvg og tað fer at gera eina hitapumpu nakrar tíggjutúsund krónur dýrari.

 

Og tey, sum fáa sær hitapumpu í 2026, ella seinni, skulu ringja fult mvg.

 

Eftir okkara tykki hevur hetta verið við til at seta gongd í tað grøna orkuskifti, siga tey hjá Mariu Poulsen, Demich og Krosstein.

 

Tey mæla til, at skipanin, har tey, sum fáa sær hitapumpu, fáa tað mvg f frítt, heldur fram í nøkur ár afturat.

 

Í øðrum lagi halda tey, at niðurlagingin verður so líðandi, og ikki bara í tveimum tigum.

 

Tey vísa á, at tað er stórur eftirspurning eftir hitapumpum kring allan heim og tí er bíðitíðin nú einar tíggju mánaðir.

 

Tað merkir, at tey, sum bíleggja hitapumpu nú, skulu ikki vænta at fáa tað mvg frítt, tí tey noyðast at bíða í einar tíggju mánaðir eftir at fáa hana.

 

– Hetta setir bæði okkum veitararnar og kundarnar í eina trupla støðu. Fyri tað fyrsta er tað ein avbjóðing, at seta upp tær hitapumpur sum eru seldar og tann kundi sum keypir eina hitapumpu nú, fær at vita, at tey klára ikki at levera hana fyrr enn í næsta ár. Sostatt fáa noyðast fólk at rinda hálvt mvg av hitapumpuni.

 

– Vit halda hetta er ein harmilig støða, men orsøkin eru viðurskifti, hvørki vit, ella kundin hevur nakra ávirkan á, siga veitararnir.

 

– Ein góð loysn, sum vildi bøtt um støðuna, var um treytin fyri at fáa stuðul, var at sáttmálin um keyp, var dagfestur innan nevndu freist – heldur enn tíðarskeið fyri nær hitapumpan verður tendra.

 

Í Sosialinum, sum er at fáa hetta vikuskiftið, hava vit nógv meiri um hesi viðurskifti.

 

Í hesum sambandi hava vit tosað við landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum um fólk eisini skulu vænta sær at fáa hitapumpur mvg fríar næsta ár.