Hetta snýr seg um Sandsbygd – ikki fyri ella ímóti tunnilsbólkum

- Vit góðtaka ikki, at stór inntriv verða gjørd í okkara bygd og náttúru, samstundis sum slakað verður í ferðslutryggleikanum 

 

Kristian Oskar Henriksen, Gunn Dania Sundstein, Rúni Winther og Bjarki Henriksen

 

 

 

Nú nógv ymiskt hoyrist um vegaføringar í samband við málið um Suðuroyartunnil, eru fólk á Sandi ørkymlað og vita ikki, hvør vegaføringin verður.

Tað hjálpir okkum lítið, at fleiri serfrøðingar melda seg á banan um, hvat loysir seg, og hvat ikki loysir seg. Hetta ger, at fólk bara gerast enn meira ørkymlað.   

Vit eru ikki serfrøðingar á økinum, og tí vita vit ikki, hvør besta loysnin á linjuføringini er. 

Vit í Sands kommunu hava fleiri ferðir sagt og endurtikið, at vit ikki vilja hava ferðsluna gjøgnum Sandsbygd, og hetta er eitt ófrávíkiligt krav.

Breiða semja er her á Sandi um, at ein Suðuroyartunnil er vælkomin, men vit hava ikki førleikar til - og ynskja ei heldur - at taka støðu fyri ella ímóti uppskotinum hjá tunnilsfelagnum ella alternativa tunnilsbólkinum. 

Vit ynskja bestu loysnina fyri okkum øll – sandingar, suðuroyingar, skúvoyingar og alt Føroya fólk.

Okkara áheitan á landsins myndugleikar hevur verið og er, at allir møguleikar verða kannaðir neyvt – eisini tann hjá alternativa tunnilsbólkinum, soleiðis at sandoyggjafólk, suðuroyingar og skúvoyingar kunnu kenna seg trygg við tunnilsverkætlanina og vita, at loysnin verður hin besta – fyri okkum og okkara eftirkomarar.  

Fyri okkum her í Sands kommunu er tað avgerandi, at vit ikki fáa eina loysn, sum ger seg óneyðuga nógv inn á okkara vøkru oyggj og náttúru.

Tað er serliga tunga ferðslan í byggitíðini og í tíðini, tá Suðuroyartunnilin verður liðugur, sum stúrt verður fyri, og her skal besta og tryggasta loysnin finnast.   

Vit í Sands kommunu krevja, at okkum verður víst virðing, og at myndugleikarnir koma við einari greiðari ætlan, sum vit her á Sandi kunnu liva við. 

Vit góðtaka ikki, at stór inntriv verða gjørd í okkara bygd og náttúru, samstundis sum slakað verður í ferðslutryggleikanum.   

Okkara kommuna verður partur av hesum landsvegakervi, og tí vilja vit sjálvsagt verða hoyrd og kunnað um hesa stóru verkætlan, og vit krevja, at okkara sjónarmið verða tikin við.

 

Kristian Oskar Henriksen, Gunn Dania Sundstein, Rúni Winther og Bjarki Henriksen