Málmaskinan hjá NSÍ er øgilig. Í dag vann NSÍ 7-1 á Vágseiði ímóti FC Suðuroy, og nú er tað bara eitt stig frá teimum gulu og svørtu og fram til KÍ.
NSÍ hevur skorað 48 mál ella knappliga fimm mál í miðal í hvørjum av teimum tíggju dystunum.
Í dag vóru Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen og Brandur Hendriksson Olsen tvífaldir málskjúttar. Klæmint er ovastur á máltindinum við 13 málum, og nú er Petur Knudsen saman við Páll A. Klettskarð næstbesti málskjútti. Teir hava skorað 10 mál.
Dagsins mál í dag og av álvara evni at vera ársins mál skoraði Brandur H. Olsen, tá ið hann fimm minuttir undan leikloki og úr 25 metra fjarstøðu við frísparki smekkaði bóltin omanfyri manngarðin og dygst undir samankomingina. Vongverjin i vinstru Fabian Ness skoraði eitt fínt mál av brotsteigarmarkinum.
Tá ið teir fóru at hvíla seg var tað lítið ella einki, sum bendi á, at tað fór at enda við so stórum sigri, tí tá var NSÍ leiðslan 2-1.
Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen skoraðu eftir ikki serliga sannførandi verjuspæl, og seks minuttir undan steðginum skoraði FC Suðuroy fyrsta málið síðani 13. apríl. Olivur Renéson Thomsen var í dag fremsti maður, og eftir tøvandi verjuspæl smoygdi hann sær framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.
NSÍ var í dag í øðrvísi útgávu enn undanfarnu ferðirnar, tí Michal Przybylski og Pætur Hentze vóru nýggir miðverjar. Eftir steðgin umsetti Petur Knudsen beinanvegin brotsspark til 3-1, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Heimaliðið megnaði ikki at trýsta gestirnar, og hjá NSÍ dusaðu Emil Weihe Joensen, Brandur H. Olsen og Beinir Nolsøe sær á miðvøllinum, og Aron Knudsen, Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen bjóðaðu alla tíðina av í álopinum, væl stuðlaðir av vongverjunum Jann J. Benjaminsen og Fabias Ness.
Báðir partar skiftu fleiri í seinna hálvleiki, og tá ið tað restaði eitt korter varð 16 ára gamli Markus Klein Danielsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á liðið hjá NSÍ. Hann er føddur 30. januar í 2009 og man vera ein av teimum fyrstu frá 2009 árganginum í bestu deildini.
Annan sunnudag fer FC Suðuroy at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og tá fær NSÍ vitjan av HB.
FC Suðuroy – NSÍ 1-7 (1-2)
0-1: Klæmint A. Olsen 21.
0-2: Petur Knudsen 30.
1-2: Olivur Renéson Thomsen 39.
1-3: Petur Knudsen br 48.
1-4: Fabian Ness 55.
1-5: Klæmint A. Olsen 62.
1-6: Brandur Hendriksson Olsen 76.
1-7: Brandur Hendriksson Olsen 85.
Dómari: Alex Troleis
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful – Olaf Godtfred, Salmundur Bech – Pætur Augustinussen, Dánjal Godtfred, Fríði Holm – Olivur Renéson Thomsen
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Michal Przybylski, Pætur Hentze, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
KÍ | 10 | 9 | 1 | 0 | 33 | 5 | 28 |
NSÍ | 10 | 9 | 0 | 1 | 48 | 9 | 27 |
HB | 10 | 6 | 1 | 3 | 20 | 20 | 19 |
B36 | 10 | 5 | 1 | 4 | 16 | 15 | 16 |
Víkingur | 10 | 4 | 2 | 4 | 10 | 10 | 14 |
EB/Streymur | 10 | 4 | 1 | 5 | 11 | 19 | 13 |
B68 | 10 | 3 | 2 | 5 | 10 | 22 | 11 |
FC Suðuroy | 10 | 2 | 0 | 8 | 4 | 24 | 6 |
TB | 10 | 1 | 3 | 6 | 9 | 30 | 6 |
07 Vestur | 10 | 1 | 1 | 8 | 12 | 19 | 4 |
Máltindurin | |
Klæmint A. Olsen NSÍ | 13 |
Páll A. Klettskarð KÍ | 10 |
Petur Knudsen NSÍ | 10 |
Patrik Johannesen KÍ | 9 |
Brandur Hendriksson Olsen NSÍ | 9 |
LØGMANSSTEYPIÐ
Fyrru hálvfinalur
Týsdagin 20. mai
KÍ – AB: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30
Mikudagin 21. mai
B68 – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 18.30
11. umfar
Leygardagin 24. mai
B36 – EB/Streymur:
Sunnudagin 25. mai
Víkingur – FC Suðuroy:
NSÍ – HB:
07 Vestur – B68:
TB – KÍ: