Hevði fýra tons ov nógv í bilinum

Ein bilførari var í gjár tikin fyri at hava ov nógvan skerv í lastini

Tá løgreglan steðgaði einum lastbili á Hvítanesvegnum í Hoyvík í gjár, høvdu tey illgruna um, at ov nógvur skervur var í lastini. Tí fekk bilførarin boð um at koyra oman á Akstovuna, har bilurin varð vigaður. Tað vísti seg, at hann hevði fýra tons av skervi í lastini meira, enn bilurin hevði lov at hava.

Tað kostar eina bót og kann føra til eina treytaða frádøming av koyrikortinum, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn.