Føroyska U17 kvinnulandsliðið mátti sunnukvøldið leggja rygg til 0-10 stórtap á Tórsvølli móti einum krútsterkum norskum liði. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni. Noreg var á odda 8-0 í steðginum. Tað var munandi frægari aftaná steðgin.
Í sama bólki vunnu Niðurlond 4-1 (3-1) á Eysturríki á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Mikudagin klokkan 15 spæla Føroyar annan dystin í søguliga U17 EM-endaspælinum á heimavølli. Eysturríki verður motstøðuliðið á vøllinum við Djúpumýru.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Føroyar-Noreg 0-10 (0-8):
##med2##