Hevði roknað við reaktión frá Bakkafrost

– Men Bakkafrost er eitt professiónlt felag, sum sjálvandi ikki fer at gevast við at gera í løgur í Føroyum.

 

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið um hækkaða tøkugjaldið.

Og tað er júst tøkugjaldið, ið Bakkafrost sigur vera orsøk til, at felagið ikki fer at gera eins stórar íløgur í Føroyum í framtíðini, men heldur fer at gera stórar íløgur í Skotlandi.

– Hatta vóru vit kunnað um frammanundan, sigur Høgni Hoydal. 

– Vit vistu, at tey fóru at koma við onkrari útmelding. Tey skulu jú betala munandi meira, og so siga tey, at íløguporfilurin verður broyttur. Tey gera jú íløgur her, sjálvt um tær minka nakað, so hatta man fara at laga seg.

– Eg haldi, at Bakkafrost hevur klárað seg væl og hevur gjørt nógvar góðar íløgur í Føroyum. Felagið hevur 70 prosent í nøgd av alingini í Føroyum, og tað haldi eg eisini forpliktar tey at halda fram við at gera íløgur í Føroyum, sum eisini gevur bestu inntjeningina.

 

##med2##

Høgni Hoydal sigur, at hann kundi hugsað sær at hoyrt, hvussu nógv í pengum Bakkafrost fer at gera íløgur fyri, heldur enn at tosa um íløgur per kilo.

Høgni Hoydal sigur, at tað eisini er uppgávan at  tryggja, at alingin fer fram burðardygt, og sigur, at vit hava eina burðardygga aling í Føroyum. – Okkara uppgáva er eisini tryggja tað lívfrøðiliga, sigur Høgni Hoydal.

Hann harmast um at hoyra, at Bakkafrost flytur íløgur úr Føroyum til Skotlands.

– Eg roknaði sum nevnt við, at tað fór at koma onkur reaktión, men eg harmist um, at tað nú ljóðar sum um, at nú verður farið aðrastaðnis við pengunum, sum í stóran mun eru tjentir inn í Føroyum, tað harmist eg sjálvandi um, sigur Høgni Hoydal.