Tey stuttligastu lesarabrøvini í hesum valstríðnum hava higartil verið tey hjá valevnum hjá Sambandsflokkinum.
Ein biðjur okkum ímynda okkum støðuna í heilsuverkinum, um vit ikki vóru partur av danska ríkinum.
Har var ongin tanki um, at føroyski skattgjaldarin rindar fullan prís fyri tænasturnar í danska heilsuverkinum, og at tað sjálvandi eisini ber til, um vit ein dag hava eitt øðrvísi tilknýti við Danmark.
Men tað er rætt, at Tjóðveldi vil betri heilsuverk í Føroyum, og tað kanska tí verður minni neyðugt við viðgerðum í Danmark.
Onkur annar tosar sum um, at Tjóðveldi vil gera tað soleiðis, at tað ikki skal bera til hjá føroyingum at lesa í Danmark.
Flestu sjálvsstøðugu lond hava samstørv um útbúgving, og í avtalum millum Norðurlond er tað soleiðis, at øll hava somu rættindi innan útbúgving hjá hvørjum øðrum.
Men tað passar, at tað er gott, at fleiri lesa í Føroyum og tað tí eru nakað færri í Danmark og øðrum londum.
Men kanska er tað líka frægt, at sambandið heldur fast við at spæla hesar gomlu skøvaðu pláturnar, tá aðalmálið heilt einfalt er, at ONKI skal henda.
Nú finna tey uppá alt møguligt, og tað er alt reinar katastrofur.
Hugsið tykkum, at tey ætla veruliga at niðurleggja Havstovuna og gera hana til eina undirdeild av Ríkishavstovuni.
So tá Føroyar skulu samstarva við Danmark og ES um makrel og sild, so er alt tað vísindaliga grundarlagið hjá Føroyum í samráðingunum bara upplýsingar, sum landsstýrið hevur fingið loyvi til at fáa frá donsku havstovuni.
Svarið er ikki Danmark. Svarið er Føroyar.
Jóhan Christiansen,
Tjóðveldi