HM: Danmark hevur vunnið seg í hálvfinaluna

Tað haltaði nakað i fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki hølvaði Danmark Brasil av

Danmark hevur vunnið seg í enn eina HM-hálvfinalu.

 

Í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo vann Danmark ein trivaligan 33-21 sigur á Brasil í fjórðingsfinaluni.

 

Danmark legði hart út og var á odda 10-3. Men Brasil stríddi seg innaftur í dystin, og í steðginum var Danmark bert á odda 15-12. Í seinna hálvleiki var tó klassamunur, og ikki minst ein stórspælandi Emil Nielsen í málinum gjørdi stóran mun.

 

Mathias Gidsel, Rasmus Lauge og Simon Pytlick fingu eisini veruliga gongd á við málskjótingini, og so var einki at gera hjá Brasil, ið annars hevur havt eitt minniligt HM við fyrstu HM-fjórðingsfinaluni nakrantíð. Emil Jakobsen var framúr í fyrra hálvleiki.

 

Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum eina lítla løtu í fyrra hálvleiki.

 

Danmark møtir í HM-hálvfinaluni vinnaranum av dystinum millum Portugal og Týskland. Tann dysturin byrjar klokkan 19.30.

 

Danmark-Brasil 33-21 (15-12)

 

Toppskjúttar Danmark:  Emil Jakobsen 6, Mathias Gidsel 6, Rasmus Lauge 6, Simon Pytlick 4.

 

Toppskjúttar Brasil:  Vinicios Carvalho 7, Hugo da Silva 3, Rudolph Hackbarth 3, Guilherme Borges 3.