HM endaspælið er av álvara í eygsjón

Fínur endaspurtur bar við sær, at Føroyar sunnudagin fara á vøllin í Litava við leiðslu á 10 mál

Fyrsti dystur hjá kvinnulandsliðnum í nýggju høllini við Tjarnir er av. Máltalvan vísir 36-26. Mótstøðuliðið í kvøld var Litava. Sunnudagin eigur Litava heimavøll, og samantalda úrslitið frá í kvøld og sunnudegnum ger av, hvat av hesum báðum fer at luttaka í HM endaspælinum.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at Føroyar av álvara hava annað beinið í HM endaspælinum. Tá ið fyrsta bríksl verður sunnudagin fara Føroyar undir seinna dystin við 10 mála leiðslu.

 

Fyrsta løtan var trilvandi hjá føroyska liðnum. Kanska vóru tað nervar, sum vóru orsøkin til, at fleiri upplagdir málmøguleikar vóru misnýttir, tí føroysku spælararnir ikki raktu málið, og tað var saknur í skaddu Turið Arge Samuelsen.

 

Teir 3000 áskoðararnir vóru eldhugaðir frá fyrsta bríksli og so við og við fótaði føroyska liðið sær.

 

Hálvleiksstøðan var 15-11, og hóast mótstøðuliðið fyrstu minuttirnar eftir steðgin royndi aftur at toga í og minka um munin, so var tað skjótt, at spurningurin bara var, hvussu stórur sigurin fór at verða.

 

Jana Mittún var toppskjútti við 9 málum og kosin at vera dagsins spælari. Hon hevði 12 royndir ímóti málinum.

 

Spælararnir vilja ikki siga, at plássið í HM endaspælinum nú er tryggjað:

 

-Vit fara yvir til Litava við tí setningi, at vit ætla eisini at vinna seinna dystin, sigur Jana Mittún í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum.

 

 

 

36-26 (15-11)

 

Jana Mittún 9

 

Maria Pálsdóttir Nólsoy 6

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4

 

Marita Mortensen 3

 

Pernille Brandenborg 3

 

Karin Egholm 3

 

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3

 

Rannvá Olsen 2

 

Elsa Egholm 1

 

Marita Mortensen 1

 

Bjarta Osberg Johansen

 

Lukka Arge

 

Brynja Høj

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen

 

Fríða Nolsøe Olsen

 

 

 

Rakul S. Wardum 5/23 21,74 %

 

Slja Arngrímsdóttir Müller 0/8