Ísland stýrir ímóti fjórðingsfinalunum í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Í Zagreb Arena høllini í Kroatia eydnaðist tað Íslandi at vinna oddauppgerðina móti sterka liðnum úr Egyptalandi. Ísland vann dystin 27-24. Í steðginum var Ísland á odda 13-9.
Viktor Gísli Hallgrímsson (myndin) í íslendska málinum stóð aftur væl í dag. Í dag hevði Viktor Gísli Hallgrímsson 15 bjargingar. Viggó Kristjánsson og Aron Pálmarsson vóru við níggju og átta málum eisini framúr góðir hjá Íslandi í kvøld.
Kroatia vann í sama bólki stórsigur 44-24 (24-11) á Kap Verde, og Slovenia vann eisini trivaligan 34-23 (15-8) sigur á Argentina.
Ísland er oddalið við seks stigum. Kroatia, Slovenia og Egyptaland hava øll fýra stig. Aftast eru Kap Verde og Argentina við ongum stigi.
Ísland-Egyptaland 27-24 (13-9)
Toppskjúttar Ísland: Viggó Kristjánsson 9, Aron Pálmarsson 8, Orri Freyr Þorkelsson 3.
Toppskjúttar Egyptaland: Ali Zein 8, Ahmed Adel 5, Seif Elderaa 3, Yahia Omar 3.
Kap Verde-Kroatia 24-44 (11-24)
Toppskjúttar Kap Verde: Délcio Pina 9, Paulo Moreno 7.
Toppskjúttar Kroatia: Mario Šoštarić 9, Mateo Maraš 6, Marin Jelenić 5, Marin Šipić 5, Filip Glavaš 5.
Slovenia-Argentina 34-23 (15-8)
Toppskjúttar Slovenia: Tadej Kljun 5, Kristjan Horzen 4, Miha Kavcic 4, Aleks Vlah 4.
Toppskjúttar Argentina: Federico Gull 4, Ramiro Martínez 4.
22. januar: Slovenia-Argentina 23-34 (8-15)
22. januar: Kap Verde-Kroatia 24-44 (11-24)
22. januar: Egyptaland-Ísland 27-24 (13-9)
24. januar: Egyptaland-Slovenia (klokkan 17)
24. januar: Kap Verde-Argentina (klokkan 17)
24. januar: Kroatia-Ísland (klokkan 19.30)
26. januar: Ísland-Argentina (klokkan 17)
26. januar: Kap Verde-Egyptaland (klokkan 17)
26. januar: Kroatia-Slovenia (klokkan 19.30)