HM: Ísland vann stórsigur á Grønlandi

Ísland vann 23 málssigur á Grønlandi í niðara millumspælinum

Fyrr í dag møttust Grønland og Ísland í bólki 1 í niðara millumspælinum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Dysturin endaði við stórsigri 37-14 til Ísland, ið ikki vísti grønlendsku kvinnunum grið. Tær grønlendsku vóru væl við fyrstu løtuna, og eitt skiftið var støðan javnleikur 4-4, og Grønland kom enntá á odda 2-0, men sum dysturin leið dróg Ísland frá Grønlandi og munurin bara vaks sum dysturin leið.

 

Gongdin í dystinum var sambært Morgunblaðnum hendan: 0:2, 4:4, 9:6, 12:7, 16:7, 19:8, 21:10, 24:11, 27:11, 31:13, 34:14, 37:14.

 

Tað vóru nærum 1.000 áskoðarar til dystin í Frederikshavn, hóast talan var um dyst í niðara millumspælinum. 

 

Í sama bólki vann Kina 23-20 (9-10) á Paraguay.

 

Ísland og Kina hava tvey stig hvør, Grønland og Paraguay hava einki stig. 

 

Paraguay-Ísland 9. desember klokkan 17.00

 

Kina-Grønland 9. desember klokkan 19.30

 

Ísland-Kina 11. desember klokkan 17.00

 

Paraguay-Grønland 11. desember klokkan 19.30

 

Nummar eitt í bólkinum spælir finalu um 25. plássið (President´s Cup), nummar tvey í bólkinum spælir um 27. plássið, nummar trý spælir um 29. plássið, og nummar fýra spælir um 31. plássið. 

 

        Ísland  37:                                               Grønland   14: 
   
   
Þórey Anna Ásgeirsdóttir - 10 / 2
Perla Ruth Albertsdóttir - 4
Þórey Rósa Stefánsdóttir - 4
Hildigunnur Einarsdóttir - 3
Díana Dögg Magnúsdóttir - 3
Thea Imani Sturludóttir - 3
Katla María Magnúsdóttir - 2
Andrea Jacobsen - 2
Lilja Ágústsdóttir - 1
Elísa Elíasdóttir - 1
Hafdís Renötudóttir - 1
Elín Jóna Þorsteinsdóttir - 1
Elín Rósa Magnúsdóttir - 1
Sandra Erlingsdóttir - 1
Málskjúttar- Ivaana Holm
- Ivalu Bjerge
- Lykke Hansen
- Sandra Rothberg
- Nuunu Lukassen
- Sascha Zeeb
- Aviana Kajangmat
- Josefine Gadgaard
Hafdís Renötudóttir - 10
Elín Jóna Þorsteinsdóttir - 4
Bjargingar- Aviaaja Heilmann
- Nivi Fly