HM: Svøríki hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar

Hart stríð er í millumbólki 1 millum Montenegro, Kroatia og Ungarn at røkka øðrum plássinum

Svøríki heldur fast í sigurskósini í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum.

 

Í dag vunnu svensku kvinnurnar á Ungarn, og tað merkir, at tær vera millum tvey tey ovastu liðini í millumbólki 1. Kroatia vann greitt á Kamerun og Montenegro vann greitt á Senegal.

 

Nú er hørð kapprenning millum Montenegro, Kroatia og Ungarn um hitt fjórðingsfinaluplássið.

 

Svøríki hevur átta stig, Montenegro hevur seks stig, Kroatia hevur fimm stig og Ungarn hevur fýra stig. Senegal hevur eitt stig og Kamerun er aftast við ongum stigi.

 

Mánadagin 11. desember

 

Bólkur I:

 

(14:30) Kamerun–Senegal

 

(17:00) Ungarn–Kroatia

 

(19:30) Montenegro–Svøríki

 

Ungarn – Svøríki 22-26 (11-10)

 

Ungarn : Petra Vámos 6, Anna Albek 5, Katrin Gitta Klujber 3, Viktória GyRi-Lukács 2, Nadine Schaltzl 2, Csenge Kuczora 2, Gréta Márton 1, Réka Bordás 1.

 

Svøríki : Emma Lindqvist 7, Jamina Roberts 7, Nathalie Hagman 5, Elin Hansson 3, Mathilda Lundström 2, Jenny Carlson 1, Olivia Mellegard 1.

 

Kroatia – Kamerun 24-15 (18-6)

 

Kroatia : Valentina Blažević 3, Sara Šenvald 3, Lara Burić 3, Mia Brkic 2, Katarina Ježić 2, Ćamila Mičijević 2, Tina Barišić 2, Dejana Milosavljević 2, Stela Posavec 2, Klara Birtić 1, Paula Posavec 1, Dora Kalaus Zulj 1.

 

Kamerun : Laeticia Petronie Ateba Engadi 7, Paola Cyrielle Ebanga Baboga 3, Genie Lupin Feudji Vengou 2, Vicky Orchelle Nyamsi 1, Vanessa Nchouapouognigni 1, Brenda-Sherryl Attisso 1.

 

Senegal – Montenegro 21-29 (8-18)

 

Senegal : Soukeina Sagna 4, Marie Fall 3, Dienaba Sy 3, Raissa Dapina 2, Mathita Diawara 2, Sophie Kebe 2, Fanta Keita 2, Coura Camara 1, Aminata Cissokho 1, Doungou Camara 1.

 

Montenegro : Jelena Despotovic 4, Dijana Mugosa 4, Bobana Klikovac 4, Ivana Godec 4, Ivona Pavicevic 3, Matea Pletikosic 3, Durdina Malovic 2, Tatjana Brnovic 2, Nina Bulatovic 2, Itana Grbic 1.