HØJ nærkast bestu donsku hondbóltsdeildini í stórum

Marita Mortensen og liðfelagarnir eru níggju stig frammanfyri Holstebro

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ halda uppflytingarkósina í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag vann HØJ tepran 30-29 sigur á Randers á útivølli. Tað gekk væl hjá HØJ í fyrra hálvleiki, og í steðginum var HØJ á odda 17-11. Tað haltaði meir í seinna hálvleiki, men HØJ reið stormin av og knógvaði sigurin. 

 

Marita skoraði trý mál í dagsins dysti.

 

HØJ er greitt oddalið við 31 stigum. Tær eru níggju stig frammanfyri Holstebro, ið hevur 22 stig á øðrum plássinum. HØJ hevur fimm dystir eftir at spæla, meðan Holstebro hevur seks dystir eftir at spæla. Holstebro kann sostatt í mesta lagi røkka 34 stigum, meðan HØJ kann røkka 41 stigum í grundspælinum. Tí sær tað ræðuliga gott út hjá HØJ at enda fremst í grundspælinum, og harvið vinna sær beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Lív og Vár Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax taptu á útivølli 26-28 (14-14) fyri Ejstrup/Hærvejen.

 

Ajax er nummar trý í deildini við 20 stigum.