Hørð kapprenning millum HØJ og Aarhus

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ hava enn munin á fyrsta plássinum

Tað er ein spennandi kapprenning millum liðið hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, HØJ og liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus um at vinna fremsta plássið í grundspælinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Teimum á baki kemur Skive. Fremsta plássið aftaná lokið grundspæl gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina. 

 

Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ hildu í dag fast í fyrsta plássinum við teprum 29-28 sigri á Rækker Mølle á útivølli. Í steðginum var HØJ á odda 16-15.

 

Aarhus uttan Teis og Peter Krogh, ið eru uttanfyri við skaða vann á heimavølli stórsigur 32-20 (15-10) á HC Midtjyllandi.

 

Bogi Hansen, Leivur Mortensen og Janus Dam Djurhuus skutu eitt mál hvør, tá teir og liðfelagarnir í FIF vunnu 32-26 (17-11) á Faaborg á útivølli.

 

Við sigrinum er FIF fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Støðan: 

 

Nr.Lið:DystirStig
1HØJ   2037
2Aarhus HC 2035
3Skive2033
4HC Midtjylland2024
5Lemvig-Thyborøn   1924
6Tønder1920
7FIF2018
8Rækker Mølle  2016
9Odder 2015
10HC Odense 2015
11Team Sydhavsøerne2015
12Norddjurs2014
13Faaborg  208
14Roskilde 204