"Home": Jensia við nýggjum videolagi

Jensia Højgaard Dam býr í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, og nú hevur hon gjørt eitt videolag saman við einari lokalari filmslistakvinnu

Jensia Højgaard Dam gevur í dag nýtt videolag út. Tað er til lagið "Home", sum kom út fyri góðum tveimum árum síðani.

 

Tað er grønlendska filmslistakvinnan og grafikarin Alberte Parnuuna, ið hevur gjørt videolagið.

 

Jensia skrivar soleiðis um samstarvið:

 

– Tann heilt ótrúliga dugnaliga Alberte, hevur staði fyri øllum, og er hon heilt ótrúlig at arbeiða saman við. Kamera og eg, eru ikki serliga væl, men hon megnaði at fáa ein til at slappa av, sjálvt í teimum nógvu minus-gradunum.

 

Og um sjálva sangin sigur hon:

 

– Sangurin “Home” bleiv annars skrivaður fyri nógvum árum síðani, og vónandi, skilja tit hann, akkurát sum tit hava tørv á at skilja hann.

 

Hygg at videolagnum til "Home" hjá Jensiu her:

 

##med2##

 

Enska lýsingin av sanginum "Home" er soljóðandi:

 

“Home” is a word that brings forth different places within us, where all types of memories are hidden. Some, we will cherish forever and others we would like to forget. Those times it all fell apart; Those times we were laughing so hard, we started crying; that time when the tears were ones of all consuming sorrow and that moment where Blissfulness wrapped us in Her arms. In Jensia’s debut single “Home”, she tells of these arrays of connotations. Not just with her words, but in the whirlwind of colourful musical depth and expression, that her powerful and soft voice embodies. While listening to the song, you will find a moment of peace and rest, and be assured, that we are never as alone in our experiences as we might think we are.