Hópurin hjá Kekkia sum skal møta Føroyum á Tórsvølli

Her eru teir kosnu hjá kekkiska landsliðsvenjaranum, Jaroslav Šilhavý

Jaroslav Šilhavý, landsliðsvenjari hjá Kekkia

Kekkiski landsliðsvenjarin, Jaroslav Šilhavý hevur tikið út hópin sum skal møta Føroyum í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli, leygarkvøldið 17. juni klokkan 19.45.

 

Vit hava í søguni spælt fimm landsdystir móti Kekkia. Í fjør taptu vit stórt 0-5, annars hava vit staðið okkum við trimum 0-2 tapum, og einum 0-1 tapi á Svangaskarði 6. september í 1998, har vit av røttum áttu javnleik 0-0. Men tá sýttu kekkar at taka eitt Fair Play innkast, og meðan føroyska verjan bíðaði eftir, at teir skuldu fáa bóltin í góðum fair play anda skoraði Kekkia til 1-0 heilt móti dystarenda. Tað svíður enn hjá okkum, ið vóru til dystin tá. Enn hava vit til góðar at skora fyrsta málið móti Kekkia. 

 

25 ár seinni vera tað hesir kekkisku leikararnir, ið skulu møta Føroyum:

 

Málverjar: Tomáš Koubek (FC Augsburg) , Jiří Pavlenka (Werder Bremen) , Tomáš Vaclík (Huddersfield Town) .

 

Verjuleikarar: Jakub Brabec (Aris Thessaloniki) , Vladimír Coufal (West Ham United) , David Douděra (Slavia Prag) , Tomáš Holeš (Slavia Prag) , Jakub Jugas (Cracovia) , David Jurásek (Slavia Prag) , Ladislav Krejčí Jr. (Sparta Prag), Patrizio Stronati (Puskas Akademia), Jaroslav Zelený (Sparta Prag) , David Zima (Torino).

 

Miðvallarar: Václav Černý (Twente) , Alex Král (Schalke 04) , Ondřej Lingr (Slavia Prag) , Lukáš Provod (Slavia Prag) , Lukáš Sadílek (Sparta Prag) , Michal Sadílek (Twente) , Tomáš Souček (West Ham United).

 

Áleyparar: Adam Hložek (Bayer Leverkuse) , Mojmír Chytil (Sigma Olomouc) , Václav Jurečka (Slavia Prag) , Jan Kuchta (Sparta Prag) , Jan Matoušek (Bohemians 1905).  

 

Týsdagin 20. juni spælir Kekkia venjingardyst móti Montenegro á útivølli. 

 

 

 

Jaroslav Šilhavý, landsliðsvenjari hjá Kekkia