Í sambandi við, at lógaruppskot um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum í løtuni er til ummælis, verður skipað fyri almennum hoyringarfundi í Auluni í Finsen 27. novembur kl. 19:00.
Har fáa fólk møguleika at hoyra, hvat politiska semjan, verkætlanin og lógaruppskotið fevnir um.
Høvið verður at seta spurningar og at gera viðmerkingar.
Hetta skrivar torsgota.fo.
Á fundinum luttaka løgmaður, umboð fyri P/F Suðuroyartunnilin og Landsverk.
Skráin til hoyringarfundin:
- Politisk semja, lógaruppskot og fíggingarleistur (Aksel V. Johannesen, løgmaður)
- Suðuroyartunnil og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi í Suðuroy (P/F Suðuroyartunnil)
- Møguligar loysnir viðv. tilhoyrandi verkætlanum á Sandoynni (Landsverk)
- Spurningar og viðmerkingar frá fundarluttakarum