Einasta vónin fyri at Føroyar ikki missa eitt heilt ættarlið av landinum, er at almenna bústaðarfelagið Bústaðir, lækkar sínar leiguprísir og tað ber væl til.
Hóast politiskt rumbul í løtuni, so er umráðandi at vit ikki missa fokus á tí lívsneyðugu uppgávuni, hetta at nøkta bústaðartørvin hjá teimum ið mangla íbúð.
Ávísar kreftir ið vilja Bústøðum ilt, hava enn einaferð megna at skapt split millum okkara fólkavaldu í løgtinginum. - Men hesar kreftir muga ikki vinna, tí um hesi megna at avhøvdað Bústaðir, tá verður heilt galin endi á bústaðarmarknaðinum.
Tað sum størsta klandrið er um er sokallaða haldførið hjá Bústøðum. Men har er onkur heilt stór miskiljing hend, Tí hvør einasti bústaður sum vit byggja er ein íløga í framtíðina, tað er ein íløga ið at varðveita okkara ungu og eldri í landinum, ja í veruleikanum er tað ein íløga í haldførinum hjá Føroyum
Tað er ei heldur rætt at siga at tað ikki er haldført at tað “bara” verður niðurskriva við 70% aftaná 30 ár, tí EINGIN bústaður í Føroyum er bert 30% verdur aftaná 30 ár. Teir flestu eru 300% meira verdir aftaná 30 ár. Soleiðis hevur gongdin verið øll míni liviár, men hetta verður ikki tikið við í líkningini hjá teimum ið vilja Bústøðum ilt.
Mín niðurstøða er at vit skula tora at koyra meira pengar í Bústaðir, sjálvandi skal skil vera á, men hvør króna sum verður løgd í Bústaðir, er ein íløga í okkara ungdóm og okkara framtíð.
Hetta skylda vit komandi ættarliðum, vit skula tora at raðfesta Bústaðir.
Bústaðir skula styrkjast, ikki smildrast.