Tíbetur er tað soleiðis statt í okkara góða landi, at nógv okkara, eru sera væl fyri hóast vit koma til árs.
Eru byrg og arbeiðsfør. Vilja taka eitt tak har tørvur er á tí. Vilja vera til arbeiðis, fyri samfelagsins, og egnar søkir.
Undrunarvert gjørdi sitandi samgonga seg inn á tann arbeiðandi pensjonistin, við at lækka lønarmarkið munandi fyri mótrokning í pensjónini.
Harvið gjørdist tað knapt so hugaligt, fyri ikki at siga nyttuleyst hjá okkara pensjonistum at brúka sína arbeiðsorku á arbeiðsmarknaðinum.
Nógv av okkara góðu eldru fólkum fóru tá til hús, hóast hugurin stóð til arbeiðið.
Mítt í eini tíð, har føroyski arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi
Hettar ætla vit at broyta!
Tað skal altíð løna seg at vera sjálvbjargin. Eisini á eldraárum.
Tí fara vit at hækka mótrokningarmarkið so pensjonistar gleðiliga kunnu taka eitt tørn fyri samfelagið, uttan at vera revsaði í pensjónini.
Ongin orsøk er til at reka fólk til hús í hesum døgum.
Tvørturímóti!
“Gamla gullið” hevur tvífalt virði, nú tørvurin á arbeiðsmegi er so stórur.
Set krossin á trygga grund!
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður
Tjóðveldi