Hví veiða vit ikki Tunfisk?

Tað er ofta tilvildin sum ræður. Einarferð seint í 1980 unum var eitt franskt skip tikið sunnanfyri Føroyar, tað hevði ikki fiskiloyvi. Tad vísti seg at hetta skip veiddi havtasku á altjoða sjogvi beint við okkara fiskimark við gørnum. Teir arbeiddi fiskin umborð, frysti hann og pakkadi hann so hann var tilreiðar at fara í frystidiskarnar í Fraklandi og Spanien.

 

Hetta skip og garnaveiðan vakti stóran ans og vísti at vit vóru eftirbátar á hesum øki, men tað gjørdi so tað at føroyingar fóru at veiða havtasku og svartkalva við gørnum. Hetta høvdu vit ikki gjørt áður, so hetta franska skip birti uppundir eina nýggja veiðu sum hevur givið nógv av sær.

 

Orsakað av veðurlagsbroytingunum hitnar okkara sjógvur og nýggj fiskasløk nærkast okkum. I fleiri ár hava serligar japanarar veitt fitt av tunfiski á okkara havleiðum. Ein floti, mest japanar og koreanarar fylgja tunfiskinum tá hann ferðast norðureftir i Atlantshavinum og í løtuni er hann nær okkum.

 

##med2##

 

Á myndini her dagf., 6. november síggja vit umleið 40 skip fiska kring okkum við línu og tað ljóðar at teir hava góðan fiskiskap. Prisurin á tunfiski er sum øll vita sera høgur.

 

Og so tann klassiski spurningurin: Hví veiða vit ikki tunfisk – hví eru ongi royndarloyvir skrivaði ut ? Hví tryggjar Fiskimálaráðið okkum ikki søgulig túnfiska rættindi ?

 

Her ein upplagdur vinnumøgulleiki sum vit mugu og skula fara uppí beinanvegin.

 

##med3##

 

Johan Mortensen